Jude og Christian spældu vakrar tónar

EM24: Jude Bellingham avgjørdi fyri Ongland, meðan Christian Eriksen skoraði í fyrsta EM-endaspælsdystinum síðani hendingina í 2021

Ongland vann 1-0 á Serbia við máli frá Jude Bellingham, meðan Danmark og Slovenia deildu stigini. Sigurin hjá Onglandi var lítið sannførandi seinasta tíma. Ljóspunktið var Jude Bellingham, sum skoraði og fekk ensku áskoðararnar at tríva í kenda Beatles-sangin “Hey Jude”.

 

Tað ein sólskinssøga, tá Chrsitian Eriksen legði Danmark á odda 1-0. Seinast hann spældi ein dyst í einum EM-endaspælið var í Parkini í 2021, tá hann small um lívleysur í nakrar minuttir. Í dag skoraði hann til 1-0, men var ikki nokk til at vinna dystin, tí Erik Janža javnaði eitt korter fyri tíð.

 

Serbia – Ongland 0-1 (0-1)

 

0-1 Jude Bellingham, 13

 

Serbia: Rajković; Veljković, Milenković, Pavlović; Živković (Birmančević 74), S Milinković-Savić, Gudelj (Ilić 46), Lukić (Jović 61), Kostić (Mladenović 43); Vlahović, Mitrović (Tadić 61)

 

Ongland: Pickford; Walker, Stones, Guéhi, Trippier; Alexander-Arnold (Gallagher 69), Rice; Saka (Bowen 76), Bellingham (Mainoo 86), Foden; Kane

 

Slovenia – Danmark 1-1 (0-1)

 

Christian Eriksen, 17

 

Erik Janža, 77

 

Slovenia: Oblak; Karničnik, Drkušić, Bijol, Janža; Stojanović (Verbič 67), Gnezda Čerin, Elšnik (Stanković 75), Mlakar (Celar 75); Šporar (Brekalo 90+5), Šeško (Kurtić 90+5)

 

Danmark: Schmeichel; Christensen, Andersen, Vestergaard; Bah, Hjulmand (Delaney 89), Højbjerg (Nørgaard 83), Kristiansen (Mæhle 78); Eriksen; Wind (Dolberg 83), Højlund (Poulsen 83)

 

Støðan:

 

Ongland 3 (+1)

 

Danmark 1

 

Slovenia 1

 

Serbia 0 (-1)