Seinnapartin í dag byrjaði stór summarlega í judo í Klaksvík.
Meira enn 100 luttakarar hava teknað seg til leguna. Venjingarnar verða í Badmintonhøllini og í hølunum, sum Klaksvíkar Judofelag hevur í svimjihøllini. Luttakararnir koma at búgva og eta í gamla sjómansskúlanum, sum liggur skamt frá venjingarhølunum.
Luttakararnir fáa eisini høvi at nýta væl útgjørdu svimjihøllina, eins og KÍ-høllin eisini kann nýtast til spøl, um veðrið ikki loyvir uttandura spæli.
Venjingarlegan er fyri øll, bæði børn, ung og vaksin, og eisini fyri bæði roynd og nýbyrjara í judo.
Luttakararnir møta í dag kl. 17 í gamla sjómansskúlanum, og so verða venjingar, spøl og undirhald til og við sunnudagin fyrrapart.
Í kvøld og fyrrapartin fríggjadagin verða tað føroyskir venjarar, ið taka sær av venjingini, men seinnaparti fríggjadagin til sunnudagin verða tað útlendskir venjarar, ið stíla fyri.
Høvuðsvenjarar á leguni verða Roland Vogt og Søren Studsgaard. Roland er 42 ára gamal og hevur 30 ára erfaring í judo. Hann er eisini landsliðsvenjari hjá føroysku judolandsliðunum. Søren Studsgaard hevur íðkað judo síðani 1982 og hevur verið venjari í nógv ár á ymiskum stigu. Hann hevur 1. Dan svart belti og varð fyrr í hesum mánaðinum valdur til formann í danska judosambandinum.
Aftur at sær hava teir 3 hjálparvenjarar. Louise Hansen er 21 ár og hevur vant judo síðani hon var 10. Hon hevur 1. Dan svart belti og hevur verið danskur meistari. Hon kemur júst frá 6 mánaða skeiði á Tokai Univeriteti í Japan. Mager Sadek er 18 ára gamal og hevur 1. Dan svart belti og hevur tvær ferðir vunnið bronsu í DM. Mads Waadenseholt er 21 ára gamal og hevur vant judo síðani hann var 6. Hann hevur brúnt belti og hevur vunnið fleiri medaljur bæði í DM og í altjóða kappingum.
Harafturat kemur Raymond Horne frá Fusa kararefelag í Noreg eisini at hava venjing.
Tað er Judo Føroyar saman við Klaksvíkar Judofelag, ið stílar fyri venjingarleguni, og longu nú er avgjørt, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak, har ætlani framyvir verður eisini at bjóða útlendskum judoíðkandi at luttaka. Judolegan komandi ár verður 27. til 30. juni 2019.
(Savnsmynd)