Judokappingin endað

Seinasta umfar av liðkappingini í judo varð leikt á Oyrarbakka um vikuskiftið.

judo

Í dreingjadeildini var tað longu greitt áðrenn hetta seinasta umfarið, at Havnar Judofelag a hevði vunnið kappingina, men teir fingu sera harða mótstøðu hendan dagin, og vunnu sínar dystir sera tepurt.
Dystin móti Sunda Judofelag vann HJFa 6-4 við leikstigunum 30-20.
Verri gekst við innanhýsis dystinum móti HJFb. Hesin dysturin gjørdist javnur í stigum, 5-5, men HJFa hevði betri úrtøku í leikstigum, 21 móti 16, so teir vunnu hendan dystin akkurát.

Endaliga støðan í dreingjadeildini gjørdist:
1HJFa 16 stig
2SJF8 stig
3HJFb0 stig

Hjá unglingunum var sera stórur spenningur hendan dagin.
Tey fyrstu umførini vann Havnar Judofelag allar dystirnar í unglingadeildini, men í seinnu hálvu var tað Sunda Judofelag, ið dróg longra stráðið.
Kravið til Sunda Judofelag hendan dagin var fyrst og fremst at vinna, men fyri at tað skuldi vera nóg mikið at vinna meistaraheitið, so máttu teir fáa meira enn 13 leikstig meira enn HJF.
Hetta megnaði Sunda Judofelag eisini. Teir vunnu nevniliga greiðan sigur, 3-0 við leikstigunum 30-0. Ein partur av frágreiðiningini upp á munin var tann, at Havnar Judofelag manglaði ein av sínum sterkastu leikarum, men sjálvt við honum hevði HJF ikki megnað at vunnið meistaraheitið í ár.
Sostatt fingu tey bæði judofeløgini úr Havn og Sundalagnum eitt meistaraheitið í part í liðkappingini í ár, og tað ynskja vit teimum til lukku við.