Julian er á listanum hjá Q.P.R. og Tranmere

Fótbóltur: Føroyski landsliðsspælarin er eitt sindur misnøgdur við, at landsliðsboðini frá FSF koma alt ov seint. Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at hetta ikki er ein nýggjur trupulleiki

Hóast Kongsvinger, tá hetta verður skrivað, liggur á 10. plássi í norsku Tippeligaini, sum telir 14 lið, og niðurflytingin ikki er so langt burturi, gongst væl hjá føroyska landsliðsspælaranum Julian Johnsson.

Føroyski miðvallarin, sum eisini er úttikin til landsdystin í Bosnia, hevur bert mist ein dyst av týdningi, síðani hann kom til norska felagið, og tað var ein steypadystur, sum Kongsvinger spældi, meðan Julian var í Estlandi við landsliðnum.

Í landskappingini hevur hann spælt 14 dystir út av 14, í Intertoto-kappingini fýra út av fýra, og í steypakappingini ein av tveimum.

? Tað gongur væl, og teir eru eisini nøgdir, sigur Julian í telefonini.

At onnur eisini leggja merki til føroyska stríðsmannin, fekk Julian at vita frá agentinum hjá sær, tá hesin ein dagin ringdi til hann og greiddi frá, at Queens Park Rangers og Tranmere, sum bæði spæla í næstbestu ensku deildini, høvdu brúk fyri einum defensivum miðvallara, og at hann hevði havt samband við teir.

? Tað bleiv tó ongantíð til meira enn »snúsarí«, sigur Julian Johnsson, sum ikki dylur fyri, at dreymurin er at koma enn longur fram sum fótbóltsspælari.

? Men eg havi tað fínt her í Kongsvinger, og eg havi framvegis nógv eftir at læra her, sigur hann.

Í Onglandi fylgja agentar og onnur væl við í norskum fótbólti, og teir norsku fótbóltsspælararnir eru í løtuni teir dýrastu í Skandinavia.

Tað er serliga í Rosenborg, at teir stóru pengarnir eru, ikki minst tí liðið úr Tróndheimi fleiri ferðir hevur verið í Champions League, og herfyri seldi Rosenborg ein spælara ? Vegard Heggem ? til Liverpool fyri meir enn 50 milliónir krónur.

Tað eru í løtuni 21 mans í hópinum hjá Kongsvinger, og á bonkinum situr ein maður, sum Kongsvinger keypti fyri 300.000 krónur, og sum fær 40.000 í løn um mánaðin. Hann spælir á sama plássi sum Julian Johnsson, men hevur ikki fingið ta stóru spælitíð ? eitt gott dømi um, at venjarin vísir 23 ára gamla føroyinginum álit.

Men enn er hann ikki komin á málskjúttaralistan?

? Eg spæli á defensiva miðvøllinum, so eg fái ikki teir stóru málkjansirnir. Í Intertoto-kappingini átti eg tó at havt skorað tvær ferðir. Aðru ferð rakti eg stongina, og hinu ferðina fekk málmaðurin akkurát hondina á, tá eg royndi at lobba upp um hann.

Tað gjørdi tað ikki minni keðiligt, at tann dysturin endaði 0-0, meðan Twente vann hin dystin 2-0.


Misnøgdur

Tá vit ringdu til Julian Johnsson um middagsleitið í gjár, hevði hann ikki fingið boð frá FSF um, at hann skuldi við til Bosnia.

Hann er eitt sindur vónsvikin av, at samskiftið millum FSF og Kongsvinger ikki er av tí besta.

? Vit hava ein dyst í kvøld (í gjárkvøldið) og so aftur ein sunnudagin (sama dag sum landsliðið fer úr Føroyum). Tað er eitt sindur torført hjá mær at skula siga venjaranum frá so stutt áðrenn, at eg ikki kann vera við, og tað var eisini trupult, tá vit skuldu til Estlands, sigur hann.

? Í løtuni havi eg tvey gul kort, og um eg fái eitt afturat í kvøld, havi eg leikbann, og so verður trupulleikin loystur av sær sjálvum. Um ikki, kann tað enda við, at eg komi til venjaran tveir dagar áðrenn og sigi, at eg má fáa frí, tí eg skal við landsliðnum. Og tveir dagar er sera stutt skotbrá at geva einum venjara hjá einum professionellum fótbóltsliði.

Julian Johnsson vísir á, at tað hevði verið so nógv lættari, hevði hann fingið boðini í telefonini ella okkurt tílíkt. Sum nú er, situr hann í eini sera truplari støðu.


Halda ikki nógv um føroyska landsliðið

? Tað ger tað ikki lættari, at tað er føroyska landsliðið, eg skal við, tá eg fari, sigur Julian Johnsson.

? Vit hava tveir norskar U21-landsliðsspælarar í Kongsvinger, og tá teir fara við landsliðnum, eru øll fegin og errin. Tá eg fari, hava fólk hug til at snerkja og siga: Føroyar, hvat er tað.

Julian vísir á, at fótbóltshagtølini millum Føroyar og Noreg ikki geva føroyingum nakran serligan heiður.

? HB tapti 10-0 móti Tromsø, B36 tapti 5-0 móti Stabæk, og landsliðið tapti 7-0 móti tí norska. Tí er norska uppfatanin av føroyskum fótbólti eitt sindur skeiv. Tað hevði verið nakað annað, hevði eg spælt í Eysturríki?

Tá Julian kom til Noregs, var tað eisini eitt sindur torført, tí tað finnast ikki nógvir føroyskir yrkisleikarar runt um í Europa.

Men nú hevur hann bitið seg fastan ? so fastan, at liðfelagarnir eru farnir at kalla hann »slakteren fra Torshavn?


FSF: Vælkendur trupulleiki

Vit fingu orðið á Ísak Mikladal, aðalskrivara í FSF, stutt áðrenn blaðið fór til prentingar.

Hann veit um trupulleikarnar, sum eru við, at spælararnir í útlondunum kunnu fáa boðini í seinna lagi.

? Bæði Jan Allan, Todi og Jákup hava verið ígjøgnum tað, sum Julian nú fer ígjøgnum við trupulleikum av venjara og øðrum. Av tí at Kongsvinger spælir sunnudagin, hava vit syrgt fyri, at Julian ikki fer avstað fyrr enn mánadagin við rutuflogfari. Tað gera Jákup og Todi, sum eisini spæla sunnudagin, eisini, sigur Ísak Mikladal.

Hann vísir á, at samstundis sum FSF sendir brøvini til spælararnar, har teir fáa at vita, at teir eru úttiknir til landsliðið, avstað, sendir Fótbóltssambandið eisini telefax til venjararnar hjá teimum professionellu feløgunum um, at teirra spælarar eru úttiknir.

? Vit hava eisini roynt at ringt til Julian, men tað vísir seg altíð at vera torført at fáa fatur í fótbóltsspælarum, sum ofta eru úti. Hjá Jákupi og Toda hjálpir tað væl, at teir hava telefonsvararar, men tað hevur Julian tíverri ikki, sigur Ísak Mikladal.