FIMLEIKUR
Julian ger fimleik við fimleikafelagnum Støkk av Glyvrum. Tað dámar honum sera væl. So væl, at hann venur fleiri ferðir um vikuna, og tað gevur úrslit.
Í vikuskiftinum gjørdist hann føroyameistari í einstaklingakappingini í amboðsfimleiki, sum var í ítróttarhøllini í Runavík, umframt at hann vann kappingina í seríðkan, amboðsfinalurnar á gólvinum og í ringunum, og hann gjørdist nummar tvey í amboðsfinaluni í lopi um hest.
Tá ið eg sunnudagin eftir kappingina spurdi hann, hvussu nógv heiðursmerki hann hevði vunnið um vikuskiftið, hevði hann mist talið. Eg giti eini fimm, flenti hann, og so leyp hann avstað aftur út á fimleikagólvið at spæla við hinar fimleikararnar, sum eisini nýttu at sleppa at leypa eina løtu, uttan trýstið frá dómarum og áskoðarum.
Hetta vikuskiftið hevur verið heilt serligt hjá Julian, tí umframt at vinna føroyameistaraskapin í amboðsfimleiki og fleiri heiðursmerki afturat, fekk hann óivað fleiri gávur. Hann hevði eisini sín fyrsta runda føðingardag sunnudagin, so allir dreingirnir hjá Støkk vórðu bodnir í føðingardag eftir kappingina.