Julian og Rannvá ársins spælarar

Fótbóltur: Spælararnir hava valt sínar ársins spælarar. Fyri fyrstu vórðu ársins málverjar eisini valdir

Um vikuskiftið var innandura kapping í Vági, og í tí sambandinum var atkvøðugreiðsla millum spælararnar, um hvør skuldi verða ársins spælari hjá monnum og kvinnum.

Fyri fyrstu ferð varð eisini atkvøtt um hvørjir teir bestu málverjarnir vóru. Tað eru VB og Dimmalætting, sum skipa fyri hesi kappingini.

Julian Johnsson fekk flestu atkvøðurnar frá monnunum, og B36?arin, sum hevur havt eitt fram úr kappingarár, og sum hevur spælt seg til sáttmála í Noregi, gjørdist tí ársins spælari.

Julian hevði týðandi leiklut á B36-liðnum, sum fyri fyrstu ferð í 35 ár, vann FM-heitið, og á landsliðnum var hann fleiri ferðir besti maður. Julian orkar væl, er skjótur og sterkur, og tað eru kvalitetir, sum koma føroyska A-landsliðnum til góðar í altjóða dysti.

Julian var fyrr í ár í Italia og vandi í 1. deildarfelagnum Empoli, men har spurdist eingin sáttmáli burtur úr. Tað gjørdi tað nakað seinni, tá hann fór til Norges at venja við Kongsvinger í nakrar dagar. Partarnir eru vorðnir samdir um sáttmála, og gongst alt sum ætla, spælir Julian framyvir í norska felagnum.

John Petersen, sum varð valdur ársins spælari í fjør, fekk næstflestar atvkøður, og Jan Dam úr HB var nummar trý. Pól Thorsteinsson, sum hevur fingið veruligt gjøgnumbrot í ár, var nummar fýra.


Rannvá best hjá kvinnum

Vanligt er eisini, at atkvøtt verður um besta spælarar hjá kvinnum, og annað árið á rað var hesin spælarin at finna í KÍ. Í fjør var tað Margit Joensen og í ár var tað suvereni topskjúttin í kvinnudeildini Rannvá Andreasen.

KÍ vann fyri fyrstu ferð nakrantíð kappingina hjá kvinnunum, og Rannvá Andreasen havði týðandi leiklut í hesum. Hon skjeyt hópin av málum, og var annars sentral í álopsspælinum hjá KÍ. Rannvá hevur fyri fyrstu ferð spælt altjóðar dystir í ár, og var við á U18 landsliðnum hjá kvinnum, sum vann á Ungarn.

Kristina Eyðbjørnsdóttir úr LÍF gjørdist nummar 2 og Eyðvør úr Dímun nummar 3.

Í kappingini um ársins málverja varð landsliðsmálverjin Jens Martin Knudsen kosin ársins málverji. Spælararnir hildu hann verða besta málverjanum í kappingini sum fór, og hugt hevur ivaleyst eisini verið eftir altjóða avrikum. Bjarni Johansen, sum leingi hevur verið millum landsins allarbestu málverjar, va nummar 2 og Egin Høgnesen á meistaraliðnum B36 nummar 3.

Hjá kvinnum varð málverjin hjá aftasta liðnum í deildini, Beinta Lisberg, kosin ársins málverji. Hon hevur havt úr at gera í ár, tí ofta hevur Sumba verið við undirlutan í dystum. Annika Hansen úr HB gjørdist nummar 2, og Vivi Andreasen úr KÍ nummar 3.

Teir fýra spælararnir, sum vórðu kosnir ársins spælarar, fingu allir steyp og venjingarbúnar til ognar.