Julian orgulkonsert í Havnar kirkju mikudagin

Í morgin klokkan 19.30 verður høvi at hoyra føroyingin Julian Rasmussen spæla á orglið í Havnar kirkju.

 

Julian hevur tónleikaútbúgving sum urguleikari fá konservatroiinum í Aalborg og starvast sum urguleikari í kirkjuni í Nibe.

 

Nú hann er í Føroyum, fer hann at spæla í Havnar kirkju væl blandaðan orgultónleik úr Norðurevropa við verkum av Mendelssohn, Bach, Wammes og Takle.

 

Av Bach spælir hann ta víðagitnu cembalokonsertina hjá J. S. Bach í italskum stíli útsett fyri orgul.

 

– Øll eru hjartaliga vælkomin til konsertina, siga fyrireikararnir.