Tað var dramatikkur í luftini, tá gamla felagið hjá Juliani Johnsson, Kongsvinger, sunnudagin var í Sogndal. Heimaliðið vann 5?4, men áðrenn teir høvdu togað øll stigini innanborða høvdu teir verið í sera tungum sjógvi.
? Tað tóktist sum um vit ikki vóru vaknaðir, tá teir vóru komnir framum 2?0. Hesa løtuna sá tað dapurt út hjá okkum. Vit vóru aftanfyri við tveimum málum, og tað gjørdist ikki betri av, at Kurt Mørkøre tíðliga í dystinum lá uttanfyri eina løtu. Hvussu long løtan var, veit eg ikki, men hon kendist ógvuliga long, sigur Julian Johnsson úr Sogndal. Hann er sera væl nøgdur við, at tað eydnaðist at vinna øll stigini.
? Tað eri eg ikki minst tí, at eg setti liðfelagarnar í eina keðiliga støðu, tá vit í 2. hálvleiki vóru aftanfyri 4?3. Longu í 1. hálvleiki fekk eg eitt gult kort, tí dómarin helt seg hava boyrt meg siga okkurt, sum honum ikki dámdi. Í 2. hálvleiki fekk eg eitt gult kort afturat fyri eina takling, sum dómarin metti var til gult kort. Sjálvt um liðfelagarnir vóru undirmannaðir, so eydnaðist teimum at skora tvær ferðir, og harvið vunnu vit týdningarmesta sigurin á árinum, heldur Julian Johnsson.
Enn eina ferð vísir Julian Johnsson á, at Kurt Mørkøre er so sera týdningarmikil fyri Sogndal:
? Hann minkaði um munin til 1?2, og hann minkaði um munin til 2?3. Báðu ferðirnar var tað eftir støður í brotsteiginum. Kurt spældi við innbundnum høvdi mest sum alla tíðina. Hann varð seymaður í pannuna við fýra pentum, eftir at hann var brostin saman við ein av mótstøðumonnunum. Aftaná varð Kurt kosin at vera dagsins maður í Sogndal, og tað haldi eg, at hann hevði uppiborið.
Brølarin
Hans Fróði Hansen og Kurt Mørkøre vóru við alla tíðina í 5?4 sigrinum. Sigurin hevði við sær, at Sogndal styrkti um sína støðu á triðja plássinum. Lyn hevur 50 stig, Strømgodset hevur 40 stig, og Sogndal hevur 35 stig. Kongsvinger er á fjórða plássinum. Teir hava 30 stig.
Tá føroysku landsliðsmenninir eftir landsdystin móti Danmark vóru á veg aftur til Noregs, fingu teir at vita, at felagið hjá teimum hevði mist trý stig á skrivaraborðinum, sum teir frammanundan høvdu vunnið á vøllinum. Talan var um 5?1 útisigurin á Byåsen.
? Vit sótu í flúgaranum á veg úr Keypmannahavn og til Oslo, tá Kurt vísti mær ein lítlan notits í norska blaðnum VG. Har stóð, at dómsnevndin hevði gjørt av, at vit skuldu tapa dystin ímóti Byåsen, tí vit høvdu brúkt ein bannaðan spælara. Vit vóru allir vónbrotnir, og tí var tað sera kærkomið, at vit vunnu lykladystin um triðja plássið.
Hvussu bar tað til, at tit brúktu ein leikbannaðan spælara?
? Tað eigur ikki at koma fyri. Hann hevði fingið trý gul kort, og tí var hann sjálvsagt leikbannaður. Í felagnum høvdu teir lisið gamlar ásetingar, men teir áttu sjálvsagt at vitað, hvussu reglarnir vóru. Tað var ov vánaligt av teimum.
Tey bæði gulu kortini, sum Julian fekk sunnudagin, gera, at hann verður leikbannaður komandi vikuskifti, tá Sogndal skal spæla á útivølli júst ímóti Byåsen. Hesa ferð fara teir í Sogndal ivaleyst at vera meiri varnir, og tað skal neyvan brúkast nåogv krút uppá at seta teir upp.
Julian letur einki at dómaranum, sum sunnudagin ansaði floytuni:
? Har vóru nógvir langir bóltar og nógvir nærdystir. Dómarin gjørdi nógv mistøk báðar vegir. Vit hildu, at hann gav okkum eitt brotsspark ? Tommy Øren skoraði ? sum ikki var brotsspark, og vit hildu eisini, at hanngóðkendi eitt mál hjá Kongsvinger, sum hann ikki átti at havt góðkent, tí teir gjørdu fríspark ímóti málverjanum hjá okkum.
jh01-0Henning Jarnskor
(15)1-01-0(Jónreid Dalheim, 70)
411-01-0Leivur Hansen
55-10-0Poul Henning Jacobsen
(13)12-00-0(Áslakur R. Petersen, 63)
68-10-0Jóan Petur Olsen
711-15-0Magni Jarnskor (liðformaður)
811-21-0Pauli Jarnskor
(14)12-21-0(Hans Pauli Petersen, 63)
911-71-1Súni Olsen
1012-50-0Óli Hansen
1211-42-1Helgi L. Petersen
Venjari: Johan Nielsen
GK: Súni Olsen 58, Jónreid Dalheim 72
Samanumtikið:
Klaksvíkingar megnaðu at vinna tey trý stigini, sum tykjast alneyðug, um KÍ skal gera sær nakrar vónir um europeiskan fótbólt komandi ár. Fyri gøtumenn merkti tapið, at teir allarhelst eru foknir í stríðnum um heiðursmerki.
Frágreiðingar
Dømi 1
111-(-17)0-0Waldemar Nowicki
Waldemar Nowicki (nr.1); 11 dystir 17 mál farin ígjøgnum; 0 gul og 0 reyð kort
Dømi 2
1510-21-0Alex Nielsen
Alex Nielsen (nr. 15); 10 dystir, 2 mál; 1 gult og 0 reyð kort
Dømi 3
54-00-0Kristian Nielsen
(11)3-00-0(Símun Hansen, 88)
Símun Hansen skiftur inn fyri Kristian Nielsen í 88. minutti
GK: Gul kort
RK: Reyð kort
Komandi dystir
1. deild menn, 14. umfar
27.08FS Vágar-SumbaNiklas á Líðarenda
27.08B68-KÍTummas Pauli Olsen
27.08B36-B71Jens Petur Brattalíð
27.08GÍ-NSÍPetur Hansen
27.08VB-HBLassin Isaksen
2. deild menn, 13. umfar
26.08HB-TBRegin Egholm
26.08NSÍ-GÍEiler Rasmussen
26.08ÍF-B36Sune Johansen
26.08KÍ-RoynPetur Hansen
26.08EB/Streymur-LÍFTummas Pauli Olsen
3. deild menn, 12. umfar
27.08FS Vágar-TBSune Johansen
27.08B68-KÍEdvard Højgaard
27.08B36-B71Ransin Djurhuus
27.08ÍF-SkálaHjalti Gleðisheygg
27.08VB-ABZoran Mancic
1. deild kvinnur
27.08NSÍ-VB Rúni Gaardbo
27.08HB-KÍ Tommy O. Joensen
Støðan - 1. deild menn
vunnintaptmál-
dystirv-j-tmálmálmunurstig
1HB139-2-229171229
2B68139-0-432221027
3VB138-3-22518727
4B36138-0-538172124
5NSÍ136-3-432211121
6KÍ136-2-529131620
7GÍ135-2-62626017
8B71132-2-91525-108
9FS Vágar132-2-91535-208
10Sumba132-0-11956-476
Støðan - 2. deild menn
vunnintaptmál-
dystirv-j-tmálmálmunurstig
1EB/Str.128-2-235171826
2TB127-2-33829923
3ÍF125-6-127131421
4B36125-2-52524117
5NSÍ125-2-52121017
6GÍ123-4-51826-813
7HB124-1-72939-1013
8LÍF123-3-61420-612
9KÍ123-3-61627-1112
10Royn122-5-51421-711