Julian skoraði aftur

Julian Johnsson, sum varð aftur var á landsliðnum, tá ið Føroyar spældu í Skotlandi fyri góðari viku síðani, hevur veruliga ligið fram við sum málskjútti seinastu dystirnar.
Í gjár skoraði hann fyri triðja dystin á rað, og enn einaferð var tað við einum stútara. Julian skoraði í javnleikinum hjá B68 í Gøtu 21. august, hann var aftur upp á spælinum í tapinum ímóti KÍ 27. august, og í gjár minkaði hann til 4-1 ímóti B36.