Julian væntar neistamenn knógva VÍF (FM1)

(FM1) Julian Johansen, Mark Lausen-Marcher, Jónas G. Djurhuus og Rói Berg Hansen vóru gestir í hondbóltssendingini á FM1

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrsta tíman av sendingini "SportBoxin", ið var send beinleiðis á FM1 seinnapartin í dag.

 

Sjúrður H. Hoydal var vertur fyri hendan senditíman, ið snúði seg um hondbólt.

 

Gestir í studionum vóru Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen. Ring var til hondbóltsútisetarnar, Jónas G. Djurhuus (HØJ) og Róa Berg Hansen (FIF).

 

Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher mettu eisini um dystirnar í SMS-deildini og Okkara-deildini hetta vikuskiftið.

 

Um dystin í Okkara-deildini millum Neistan og VÍF sum byrjar leygarkvøldið klokkan 18 sigur Julian Johansen, at har væntar hann, at heimaliðið fer at koppa VÍF.

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum Neistan og VÍF á FM1. Claus Rasmussen verður viðmerkjari. Øll kunnu hoyra frásøgnina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.