Julianna Samuelsen – ein merkiskvinna verður 95 ár

Sjálvan Jóladag verður merkiskvinnan Julianna Samuelsen í Havn 95 ár. Vit bæði hava verið grannar og hava kenst í mong ár, og Julianna hevur vissuliga uppiborið eina heilsan á hesum sínum stóra degi.

 

Julianna er ættað úr Vestmanna, og tað var tíðliga, at hon kom at merkja lívsins álvara. Hon var bara seks ára gomul, tá ið hon misti pápan, Julius, við Neptun í 1934, tá ið 23 menn fórust. Hetta er størsta einstaka skipsvanlukkan í Føroya søgu.

 

Julianna er ein av tí minkandi talið av føroyingum á lívi, sum dag eftir dag livdi í óvissu um pápan, tí eingin Neptun kom aftur.  Óvissan gjørdist til vissu um, at her var eingin vón. Hesum greiddi Julianna so væl frá í bókini Havið tók teir.

 

Her skal skoytast upp í, at Matilda Jacobsen, ættað av Eiði, sum bleiv 101 ár nú um dagarnar, upplivdi samstundis at missa tveir beiggjar við Nólsoy, sum gekk burtur samstundis sum Neptun. Høvið verður eisini nýtt at ynskja Mathildu tillukku. Hennara søga er í bókini Tær bygdu land.

 

Eisini er Julianna ein teirra, sum minnist at mamman, Súsanna, fór í svørt klæði, seinni í blá klæði, restina av lívinum, soleiðis sum siðvenjan var hjá einkjum, sum ikki giftust aftur. Børnini blivu tískil hvønn dag mint um missin av pápanum.

 

Julianna átti  tveir yngri brøður, Hans og Gunnar, sum tá vóru 5 og 2 ára gamlir.  Teir komu eisini væl undan og liva enn, 93 og 90 ára gamlir.

 

Tað kann vera nevnt, at Julianna er dupult systkinabarn Steingrim Kristoffersen, sum eisini misti pápan, Óla Jákup,  skipara á Neptun. Steingrim verður 100 ár nú í januar. Veiggj hevur verið í hesum gomlu! Hansara frásøgn er eisini í nevndu bók.

 

Tað er fólki sum teimum báðum fyri at takka, at vit kunnu varðveita søguna um hetta dapra tíðarskeið  og um hvussu tey eftirsitandi komu undan.

 

Kom at búgva í Mykineshólmi og Borðuni

 

Sum aðrar gentur var Julianna ung, tá ið hon fór at arbeiða. Hon fekk húspláss, fyrst í Vestmanna. 17 ára gomul fór hon í húsið hjá Julionnu Danielsen , sum var jarðarmóður í Havn. Seinni fór hon í pláss hjá Rakul og Georg Lindenskov Samuelsen, kenda blaðstjóranum á Dimmalætting, sum hon eisini letur væl at at vera hjá.

 

23 ára gomul giftist Julianna við Olaf, sum var sonur kenda kongaliga loðsin, Theodor Samuelsen.

 

Olaf fekk arbeiði sum vitapassari í Mykineshólmi. Tá kom Julianna at fáa samband við mykinesfólk, sum eisini høvdu mist sínar menn og synir við Neptun. Tað vóru ikki færri enn átta menn í Mykinesi, sum fórust við hesum skipi.

 

Sambandið til restina av landinum var vánaligt. Tað kundu ganga 2-3 mánaðir uttan samband. Tað var lítið og einki vatn í Mykinesi, so tey máttu stundum vaska gólvið við mjólk. Men tað riggaði væl.

 

Í 1954 fekk Olaf starv við vitan á Borðuni. Hetta var nokk so nógv øðrvísi. Her var víst longri at fara heim í bygdina, men tað var nógv lættari at koma til Havnar.

 

Tað vóru fleiri børn hjá starvsfólki á Borðuni, og tí var skúli har. Men tá ið Frida, yngsta barnið hjá Julionnu og Olaf, kom til skúlaaldur, var hon einsamalt skúlabarn.  Tí mátti hon fara í skúla í Havn.

 

Tey fluttu tískil til Havnar í 1970. Olaf helt fram at arbeiða á Borðuni í 10 ár, og hann sigldi ímillum.  Hann doyði í 1989, 62 ára gamal.

 

Julianna hevur alla sína tíð í Havn búð í grannagøturnar Tróndargøtu og Bøgøtu. Hon hevði vinkonur í Konradsbrekku, og tær komu nógv saman, og har komu vit at kennast. Eisini kom hon nógv í Frelsunarherin.

 

Julianna er eitt framúr skilafólk

 

Sigast kann um Julionnu, at hon er eitt skilafólk. Hon minnist væl til, og hon dugur framvegis at greiða væl frá farnum døgum. Gongulagið er ikki gott longur, men hon er stak blíð at koma inn til, og hon er skjót við drekkamunni.  Tey eru eisini fleiri, sum javnan koma inn á gólvið, og hon hevur  havt vinir bæði úr Mykinesi og Nólsoy. Aldurin sigur, at nú fer at eldast burtur av, men tey, sum eru eftir, hava javnan samband við hana, bæði við vitjan og í telefonini.

 

Julianna er altíð við tí góða orðinum. Hóast okkurt ellisbrek, so er einki grenj. Tí er tað so stuttligt og hugaligt at koma inn á gólvið.

 

Julianna og Olaf áttu trý børn. Jonna doyði í góðum árum fyri nøkrum árum síðani. Hini eru Trygvi og Frida, sum taka sær væl av mammuni.

 

Góða Julianna, hjartaliga tillukku við teimum 95 árunum. Tað er so stuttligt at kenna teg!

 

 

 

Óli