Jutta var dóttir Ole Jacob Ziska f. 1854 og Johannu Fredrikku f. Joensen úr Innistovu í Vági, Klaksvík. Tey búðu í Keypmannahavn. Pápin sigldi við einum av skipunum hjá grønlendska handlinum, og hann gekk burtur við tí. Umframt Juttu áttu tey Thorvald, sum ungur leingi var leingi í Klaksvík, har hann arbeiddi á útgerðarvirkinum hjá S.F. Hansen - Símuni í Tunghúsinum, Reinholdt, Aksel og Johan.
Ole Jacob Ziska var sonur Christoffer Fr. Olsen, f. 1819 og Marie Samuel Justdatter úr Glasstovuni í Árnafirði.
Hans Andrias var á skeiði á Læraraháskúlanum í Keypmannahavn 1911-12. Tá ið hann kom aftur til Sandavágs, har hann var lærari, var Jutta við. Á heysti ella vetri 1912 bleiv hon sjúk og fór á Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum, har hon - kanska við onkrum millumbili heima - var til 1915. Hans Andrias var fyrstilærari á Tvøroyri frá 1916 -1919, og Jutta var á Tvøroyri í hvussu er ein part av hesi tíð.
Petur Alberg skrivar sunnudagin 12. august 1923:
Í hesum døgum stendur Jutta, kona Hans Andrias, undir børu. Jutta og hann hittust ein vakran summarsdag uttanfyri Stinuborg og Dalahúsini. Hon var komin upp frá Keypmannahavn, hevði verið bróstsjúk, og tá sólin skein, plagdi hon at sita á neystatekjunum yviri á Støð. Hon búði yviri í Dali hjá Jóhannu, dóttir skræddaran Andreas í Dali, ið var gift við pápabeigga Juttu, Christian Paula Ziska f. 1858. Jutta var tískil systkinabarn Andreas Ziska, sum giftist við Onnu, systir Petur Alberg.
Hans Andrias var í Stinuborg tá. Har blivu tey kend og seinni trúlovaði. Hon var ofta sjúk seinni, men Hans Andrias sveik ikki, og seinni blivu tey gift, vist í 1920. Stilt og friðarligt livdu tey saman, sum tey friðarligu og fínligu menniskju, tey bæði vóru. Nú tók deyðin hana frá honum, og sárt verður saknið hjá honum. Men tíðin grøðir øll sár.
Aftur til barndómin
Hetta er framhald av tí, sum 3. partur av dagbókini hjá Petur Alberg fyri 1900 og 1901 endaði við:
Hans Andrias var ikki nettupp nakar mótajunkari. Á høvdinum sat ein gomul kastað føroysk húgva. Yvirkroppurin var klæddur í eina víða gráa posatroyggju, ið rakk langt niður á lørini. Buksurnar vóru síðar, langt niður um knæ, leggirnir – ella annar í hvussu er – vóru berir, tí tær gráu hosurnar vóru sum oftast niðursmokkaðar og hosubondini, ið vóru føst í hosunum, dró hann altíð aftaná sær gjøgnum rununa, sum eitt skip dregur logglínu aftaná sær. Á fótunum vóru sjálvsagt húðaklossur.
Ja, so gingu árini. Um summarið á sandinum, í ánni, uppi í mylluhavanum og aðrastaðni. Um veturin inni, oftast í Geil, har vit skutu við boga eftir papírssoldatum kliptir út úr 5-oyra bíløtum frá bókbindaranum, lósu í Husvennen, Nordstjernen ella Cooper, teknaðu og søgdu søgur. Tað var ein deilig tíð. So skifti vetur og summar. Tá sólin skein vóru við ofta yviri á Penaplássi (yviri við Strond) og sigldu við smáum bátum. Har lá “Kronborg” mitt úti í hylinum sum ein festningur, sum bátarnir máttu skýggja at koma nær, tí so blivu teir liggjandi fastir, tiknir av herliðinum, ið hevði tilhald har úti. Tó rendu teir seg á Kronborg viðhvørt, lógu eina løtu og gnagaðu móti steininum, og so sluppu teir leysir aftur. Chefurin á herskipinum var so komin ásamt við kommandantin. Kanska hann hevði “stungið” honum nakrar gullpengar fyri at sleppa leysur. Ája, Kronborg var bara ein tríkantaður steinur (o.u. ½ alin í hvønn kant), ið lá miðskeiðis í hylinum. Hann liggur har enn og vónandi er, at hann sleppur at liggja leingi har, so okkara eftirkomarar eisini fara at minnast Penapláss og Kronborg, tá teirra barnaár eru liðin, og leikur og spæl er umbýtt við tí trista “struggle for life.”
Fekk ikki yrkt fyri pappírsneyð
Su vuksu vit vinmenninir. Sum Hans Andrias vaks, so vuksu eisini yrkjaragávurnar og yrkingarnar blivu sjálvsagt betri og betri, men allar vóru á donskum máli, so vítt eg kann minnast. So hjálpti pápi (Djóni í Geil) Hans Andriasi at fáa í lag at sleppa á Fagralíðar háskúla, og nú upprann ein nýggj tíð fyri tí tilstundandi skaldinum.
Her í Havn hevði hann gingið og slongst sum best bar til og bleiv ikki “tikin álvárliga” av teimum flestu, sum einans smíltust at hesum unga liðaljóta fantastinum. Nú kom hann har norð á háskúlan millum fólk, sum høvdu ans fyri literaturi og øðrum, sum var Hans Andriasi dýrabart, og sum kanska kundi smílkast at hansara løgna atburði við hvørt, men sum rættleiddu og hjálpti honum í staðin fyri at snerkja at honum og forargast á hann.
Nú fór hann at yrkja á føroyskum máli. Eg fekk bræv frá honum av og á, har hann legði eina yrking innan í, ella fortaldi mær, at hann var forelskaður upp um bæði oyru ella bað meg senda sær nakað av skrivipappíri, tí hann fekk ikki yrkt fyri pappírsneyð og átti einki at keypa pappír fyri. Tað skuldi eisini nakað nógv pappír til, tí produktivur var hann frá tí fyrsta.
Tá vetrarskeiðið, sum hann hevði fingið studning til, var liðugt, bjóðaði Símun av Skarði honum at vera har um summarið fyri at læra seg ymiskt og, minnist eg rætt, so var hann ein vetur afturat har norðuri. Í jólanummarinum av Tingakrossi 1901 varð hansara fyrsta yrking prentað “Harður er stormur í firði og fyri strúkandi byrði bátarir ferðast har….” Tá var Hans Andrias fegin, og nú kendi hann seg vera komnan fitt fram á vegin til berømmilsi… ella í hvussu er til at verða virdur eitt lítið sindur sum skald, tí tað var tað, hann tráðaði eftir. Øll høvdu jú grinið at honum higartil.
Hans Andrias legði lítið í mat
So fór hann at ganga á læraraskúlan um summarið 1902. Hetta var ein hugnalig tíð fyri Hans Andrias, tí næmur var hann, og nógv tíð leyp av til tær kæru yrkingar. Ofta vóru vit báðir saman. Eg plagdi at fara inn í Áarstovu um kvøldarnar. Har var ofta nógv fólk inni í køkinum. Men Hans Andrias tímdi ongatíð at dvølja leingi har og taka lut í tí “prosaiska” tosinum. Hann slúkti einar tvær breyðflísar til náttverðar. Eg undraði meg yvir, at hann legði so lítið í mat til náttverð, tí hann hevur altíð mítt besta máltíð og mamma plagdi sum oftast at “stella” ein heitan bita. Tó, matur og tílíkt, tað var alt “undirorðnað” hjá H.A. Armgarð, einasta systirin, var ógvuliga góð við hann og altíð var hon blíð og tíð at koma inn til. Hon smílkaðist at Hans Andriasi, tá tað løgna lagið var á honum, men altíð var hon blíð. Hon hevði verið móður fyri teimum yngru brøðrunum, tí Elsa doyði, tá H.A. var smádrongur ella hálvvaksin drongur. Hon giftist til Skúvoyar og doyði seinni av bróstsjúku. Stakkals Armgarð, góð var hon.
Tá H.A. so hevði svølgt, so fóru vit báðir antin út ella inn í kamarið, har hann svav, las og yrkti. Manga góða hugnaliga løtu havi eg at minnast aftur á “áarsús-kamarið.”
Ella vit fóru út at ganga. Ofta var tað konsulsvegurin. Nú er alt umskapað, hús eru bygd í hópatali her uppi, sum tá bert var grønur bøur. Manga kvøldarløtuna sótu vit her uppi og droymdu gott og væl omanfyri her, sum hús míni nú standa.
Eitt sunnukvøld vit koma niðan eftir Nýggjaveg (nú Niels Finsensgøtu) lógu Victor og Sámal í Gong á einum bakka niðanfyri har, sum nú Sparikassin stendur, og tá sang Victor eina lítla herliga ariu fyri okkum m.a.: “Vi bygger os en lille Bolig, der hvor Nattergalen sine Triller slaar, Triller slaar, og Maanen den smiler saa fortrolig…”
Hesi orð prentaðu seg so fast í okkum, og mangan hava vit flent síðani at teimum. Máttu vit ikki flenna vit “høgt kultiveraðu” unglingar, sum lósu Bjørnson, Ibsen, John Poulsen, Vilhelm Bergsøe – fyri ikki at tala um allar teir gomlu klassikararnar – at sovorðnum infanum poesi, at “Maanen den smiler saa fortrolig…” Tað var so ringt, at vit ikki kundu ilskast, einans flenna. Stakkals Viktor, at hann fann behag í sovorðnum! Ja, ja, vit vóru nú ikki stórt “innbilskir” álíkavæl.
Ella august kvøldini, hesi stillu myrku kvøldini, tá hoyggið á traðunum og angaði. Fólk strevaðist við at hoyggja, og alt var so hugnaligt og idylliskt. Úti á bonkinum uttan fyri hjá Danielsen sótu vit ofta, tí Sandagerðsvegurin var eisini so vakur at spadsera á. Eitt kvøld, vit sótu har um heystið, minnist eg, at tað var so óført norðlýsi. Eitt tað vakrasta eg havi sæð, og vit vóru heilt hugtiknir. Umborð á einum dampara, ið lá inni á vesturu vág, blásti ein á floytu, tað ljóðaði so vakurt hetta stilla kvøld.
Alt ávirkaði okkara unga lyndi, og vit droymdu. Vit vóru heldur ikki meira enn 16-18 ár. Eg plagdi at hjálpa Christin bróðuri at arbeiða bíløt (hann fotograferaði tá). Eg hevði nógva tíð til avlops, læs nógv og – droymdi saman við Hans Andriasi.
Mong løta var eisini yviri á Penaplássi, okkara kæra barndóms spælipláss. Nú sigldu vit ikki við jollum, nú vóru vit byrjaðir at verða vaksnir, men Penapláss dró okkum manga løtuna.
Á heiði við Djóna á Geil
Ovari-havi hjá okkum, populert kallaður Geilahavin av okkum vinmonnum, “Mylluhavin” (tað var meira poetiskt) var eisini eitt hugnaligt pláss, har mong kvøldarløtan rann.
Ikki so sjáldan, tá pápi fór á heiði, fekk hann meg og Hans Andrias við til stuttleika, og pápi segði frá søgum og einum og øðrum. Væl dámdi honum altíð at siga okkum frá tilburðum her í Havn ella her á landi í gomlum døgum. Tað dámdi mær so óføra væl, og Hans Andrias kanska eisini, tó at eg hugsi, at hann helst vildi hava so romantiskar søgur sum møguligt. So plagdi Hans Andrias at lesa yrkingar fyri pápa og við hvørt mátti pápi flenna at honum, men altíð góðsliga, ikki háandi. Tað var pápi alt ov nobel og forstandandi til at gera. Tó, tá eg hugsi aftur í tíðina, so standa august og septemberkvøldini fremst í huganum. Tað var líkasum Hans Andriasar veðmóðigu tilsløraðu yrkingar hóskaðu so væl saman við hesi stillu, bleytu kvøld, í hvussu er í okkara bleyta óbúnaða dreingjalyndi. Tvær yrkingar sum renna mær í minni nú, sum eg siti og skrivi, tær vóru nettupp yrktar ta ársins tíð, og minnist eg rætt so las Hans Andrias ta fyrru fyri mær uppi á konsulsvegnum eitt hálvmyrkt august kvøld á ta seinnu steinbrúnni eitt stilt septemberkvøld.
Tær vóru:
Blóman drekkur kvøldardøggin,
sól fer undir sjónarringin,
komin er nú skýmingaløtan
aftur yvir hálva kringin.
Eg stóð á fjalli og hugdi um hav,
skip sá eg sigla og sól fór í kav,
kvøldreyða bylgjan móti klettunum sló,
hoyra eg kundi eg tað teskandi ljóð.
Setti lív í Ungmannafelagið
Tey trý læraraskúlaárini gingu skjótt fyri Hans Andriasi. Nú yrkti hann hópin, lesturin fall honum lætt og Havnin – sum hann elskaði – og kanska eisini vit vinmenn hjálptu til at inspirera hann. Nú skuldi hann skjótt fara at søkja sær embæti úti á bygd, hvør visti um “músin” tá fór at vera líka so livandi.
Eg minnist nú ikki hvat var tað fyrsta plássið hann fekk. Kanska í Klaksvík sum vikar, har hann yrkti “Ást og hevnisótt”. Tað vóru frálíkar yrkingar tær flestu. Eisini var hann í Sandavági í fleiri ár, tá spurdist ikki stórt burtur úr. So fór hann niður, hann ætlaði sær at studera, men tað vardi ikki leingi. Mest var tað nokk peningatrot.
Hesi árini frá tí hann fekk læraraprógv, til hann kom frá Keypmannahavn, er líka sum eitt tómt rúm í okkara samveru. Eg minnist lítið og einki til tey.
Tað var í 1908, fyrst í desember, at hann kom aftur. Ungmannafelagið stóð tá í besta blóma, og Hans Andrias bleiv sjálvsagt ein høvuðsstuðul ta stuttu tíð, ungmannafelagið blómaði. Eg hugsi eisini, at hann skjótt fór út aftur á bygd sum lærari. Helst aftur til Sandavágs.
Seinni søkti hann til Tvøroyri, har hann bleiv fyrstilærari. Har hugsi eg ikki, at hann treivst væl. Hugurin stóð aftur til Havnar, og fyri nøkrum árum síðani fekk hann starv við realskúlan í Havn. Her er hann nú, yrkir ikki nógv. Í hvussu er kemur ikki nógv uppá prent.
Tað besta Hans Andrias hevur yrkt eru hansara barnarímur. Um so alt annað varð gloymt av hansara yrkingum, so vil “Barnarímurnar” liva og gleða bæði gomul og ung, so leingi sum tað liva børn í Føroyum.
Hans Andrias og eg hava livað manga vakra løtu saman fyrr í tíðini, tá vit droymdu stillar unglinga summarnáttardreymar. Tí hóska kanska hansara orð og mínu løg so væl saman, tí vit kendu hvønn annan at instu grund frá barni av.
Keldur:
Petur Alberg
Hanus Kamban
Bjarki Ziska
Komandi partur
Vegna jól og nýggjár kemur komandi partur 8. januar.
Hann verður um Hotel Djurhuus. Høvuðskeldan er aftur Petur Alberg