Fráferðarsamkoma verður á Vestaru Bryggju í Havn, tá trúboðaraskipið Juvel II fer til Hetlands.
Fríggjakvøldið 13. mai kl. 19 verður fráferðarsamkoma á Vestaru Bryggju í Havn, tá trúboðaraskipið Juvel II loysir frá bryggju við 15 føroyingum, sum fara til Hetlands í trúboðaraørindum. Vitjað verður bæði í Lerwick og aðrastaðni í Hetlandi m.a verður siglt út til oyggjarnar Whalsey og Yell. Ætlanin er at býta út kristnan lesnað og at bjóða hetlendingum til ymiskar kristiligar fundir, bæði í landi og umborð á skipinum. Hugsað verður eisini um samkomur fyri børn. Um viðrar verða eisini útifundir.
Skipari á ferðini til Hetlands er Petur Anker Gaardlykke úr Vági, og stýrimaður er Sámal Jákup Hansen úr Klaksvík. Børge Joensen úr Klaksvík er maskinmaður. Allir hesir hava drúgvar royndir umborð á fiskiskipum, farmaskipum og ferðamannaskipum. Svenning av Lofti, sum fleiri ferðir áður hevur vitjað í Hetlandi, hevur saman við hetlendingum, samskipað ferðina. Í samband við fráferðarløtuna syngur tripiltrioin í Ebenezer.