Afturvendandi tiltak í Sjónleikarhúsinum er ólavsøkukabarettin, ið ger gjøldur burturúr kendum persónum, sum onkusvegna hava gjørt seg alment galdandi.
Í ár byrja sýningarnar í vikuskiftinum áðrenn ólavsøku, og tað er við beráddum huga.
Allan Dalsgarð og Páll Isholm skipa fyri kabarettini í ár. Teir siga at fólk, sum ikki fara á ólavsøku, eisini skulu hava ein kjans.
Eisini eru nógv á ólavsøku, sum ikki fáa upp í lag at fara á kabarett stevnudagarnar. Tey fara oftast avstað aftur beint aftaná ólavsøku: - Eisini tey skulu hava møguleika at síggja kabarettina, siga Allan og Páll.
Tað er serliga forvitnisligt at fara í Sjónleikarhúsið. Stórumvælingar eru farnar fram í salinum. Balkongin er longd, nýggjar ljósakrúnur uppsettar og góða gamla dansigólvið er komið til sjóndar aftur.
Reyði tráðurin í kabaretini er har, men onkur hevur fingið hann um hálsin, siga fyrireikararnir.
So eru tað fólkatinglimirnir Óli og Jóannes, sum kabarettin vil vera við, eiga lívið í hvør øðrum, við at siga annaðhvørt ja ella nei!
Múrurin í Kirkjubø er mál, sum lætt kann snarast báðar vegir, og sjónleikararnir ímynda sær, at hann verður tikin í nýtslu, og farið verður aftur til rætt málið - nevniliga látín. Ella eisini klandrast tey so illa um Múrin, at hann rapar, hvør veit? Alt kann henda á ólavsøkukabarettini.
Sjey sjónleikarar, sum allir áður hava staðið á palli, mynda kabarettina saman við seks tónleikararum, har Tróndur Bogason stendur fyri tí tónlistarliga.
Allan og Páll siga, ólavsøkukabarettin er gjørd í kjalarvørrinum í sangleikinum »Skeyk», tí flestu leikararnir í kabarettini vóru eisini við í sangleikinum.
Annars hevur ólavsøkukabarettin vanliga verið loypifjøl fyri komandi sjónleikarar, har óroynd fólk hava fingið høvi at royna seg, og nógvir, góðir sjónleikarar eru spurdir burturúr.
Tvær sýningar eru hvønn dag, fram til 30, juli.