KÍ hevur í kvøld vunnið 3-1 á AB í útsetta dystinum 22. umfari í Betri deildini hjá monnum. Páll A. Klettskarð, Jóannes Bjartalíð og Boris Dosljak skoraðu málini fyri heimaliðið, meðan Bjarki Nielsen skoraði málið fyri gestirnar.
Við sigrinum kann KÍ avgera sína lagnu í stríðnum um Evropa-plássini til komandi kappingarár. Við sigri á HB í 27. og seinasta umfarinum leygardagin tryggjar KÍ sær silvurheiðursmerkini og pláss í Europa League.
Argjamenn eru nú nærri niðurflytingini enn nakrantíð í ár. AB skal fáa eitt betri úrslit enn Skála á seinasta degnum, fyri at hava ein kjans at yvirliva. Nummar tíggju flytur niður, meðan nummar níggju skal spæla móti B68 í einum upp- og niðurflytingardysti.
KÍ gjørdi fýra broytingar frá dystinum móti NSÍ. Dávid Langgaard, Steinbjørn Olsen, Boris Dosljak og Páll A. Klettskarð eru nýggir frá byrjan. Tað er AB, sum kemur á odda aftaná 10. minuttir, tá Bjarki Nielsen stútar bóltin í tóma málið aftanfyri Lukasz Jarosinski. Bara tíggju minuttir seinni kundi Páll A. Klettskarð gera tað sama, tá Silas Eyðsteinsson var ov seinur út til eitt innlegg.
KÍ gjørdi tríggjar broytingar í hálvleikinum. Dávid Langgaard, Steinbjørn Olsen og Jonn Johannesen fara út fyri Ole Erik Midtskogen, Jóannes K. Danielsen og Deni Pavlovic. Tað er AB, sum er nærri fyrstu minuttirnar, men Jasper Van Der Heyden fær ikki fulla úrtøku burturúr.
Tað ger KÍ, tá bólturin heldur óheppið kemur í hondina hjá Sørini Samuelsen. Jóannes Bjartalíð umsetur til mál. Stutt fyri tíð setur Boris Dosljak punktum, tá Ole Erik Midtskogen er ósjálvsøkin og spælir upp á tvørs inni í brotsteiginum.
Tað var nakað av vindi og regni í Klaksvík í kvøld. Tað ávirkaði spælið nakað, men tað var ongantíð ikki spælandi. Størstu avbjóðingina hevði Jóannes Bjartalíð, tá hann skuldi skjóta brotsspark og fáa bóltin at liggja stillan.
KÍ-AB 3-1 (1-1)
0-1 Bjarki Nielsen, 10
1-1 Páll A. Klettskarð, 20
2-1 Jóannes Bjartalíð, 68 br
3-1 Boris Dosljak, 85
Dómari: Bjarki Danielsen
KÍ (4-4-2): Lukasz Jarosinski – Jesper Brinck, Heini Vatnsdal, Odmar Færø, Dávid Langgaard (Jóannes K. Danielsen, 46.min) – Jóannes Bjartalíð, Steinbjørn Olsen (Deni Pavlovic, 46.min), Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak – Jonn Johannesen (Ole Erik Midtskogen, 46.min), Páll A. Klettskarð
Á bonkinum: Kristian Joensen, Børge Petersen, David Skrbec
Venjari: Mikkjal K. Thomassen
AB (4-4-2): Silas Eyðsteinsson – Jákup Pauli Breckmann, Sørin Samuelsen, Mikkjal T. Hentze, Ári Arge (Leivur Guttesen, 85,min) – Gilli Róason, Bjarni Skála (Adeshina Lawal, 67.min), Rógvi Poulsen, Asbjørn Heðinsson – Jasper Van Der Heyden, Bjarki Nielsen
Á bonkinum: Bjarti V. Mørk, Jónas Stenberg, Bartal S. Petersen, Tróndur á Høvdanum, Dánjal Reginsson
Gul kort: Jákup Pauli Breckmann, Ári Arge
Venjari: Tonny Brimsvík, Rógvi Poulsen
1 | HB | 26 | 58 | 68 | |
2 | KÍ | 26 | 47 | 61 | |
3 | NSÍ | 26 | 31 | 60 | |
4 | B36 | 26 | 41 | 59 | |
5 | Víkingur | 26 | 8 | 44 | |
6 | ÍF | 26 | -22 | 26 | |
7 | EB/S | 26 | -35 | 24 | |
8 | TB | 26 | -23 | 15 | |
9 | SKÁLA | 26 | -49 | 7 | |
10 | AB | 26 | -56 | 7 |