KÍ byrjaði ikki sum fótbóltsfelag

Leygarkvøldið 13. november var gallaveitsla í KÍ-høllini í samband við at fótbóltsfelagið Kí fyllir 100 ár. Har vóru røður, undirhald eins og "Ársins Kí-ari" og heiðurslimur í felagnum vórðu valdir

Umleið 600 fólk vóru møtt til gallaveitsluna í KÍ-høllini leygarkvøldið, har
formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, beyð øllum at vera vælkomin.

Har var nógv ymiskt á skránni. Teir sum hildu røðu vóru umframt formannin, Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, Óli Holm, formaður í FSF, og Heðin Mortensen ÍSF-forseti. Gestarøðarar vóru Árni Dahl og Finnbogi Ísakson, sum báðir eru klaksvíkingar og hava ein fortíð í KÍ.

Skemtilig innsløg vóru frá t.d. Pipar og Salt, við teimum báðum Sjúrða Skaale og Jákup Veyhe, og frá Finn Johannesen og Eyðbjørn Jacobsen.
Seinni var dansur við Fróða & Deiggj.

Jón Harald Poulsen, venjari hjá 1. deild kvinnum, var kosin "Ársins KÍ-ari". Hann hevur ført kvinnurnar til føroyameistaraheitið fimm ár á rað.

Jógvan Jacobsen var valdur til heiðurlim í KÌ. Jógvan hevur verið virkin í felagnum síðan 1953. Hann hevur t.d. verið leikari, nevndarlimur og formaður í felagnum. Jógvan er tann triði í røðini, sum fær hendan heiður. Hinir vóru John Reid Bjartalíð og Einar Waag.

Árni Dahl tosaði m.a. um, at eitt ítróttarfelag ofta var tað, sum myndaði eina bygd ella ein bý, og ítrótturin skal ikki einans vera fyri tey bestu. Ein amatørur er ein, sum elskar at fáast við tað, hann ger, og uttan amatørar var eingin ítróttur.

Hann segði eisini, at uttan at taka nakað frá nøkrum, var John Reid Bjartalíð, sáli, nokk tann einstaklingur, sum hevði gjørt mest fyri føðingardagsbarnið.

Finnbogi Ísakson segði m.a. at ítrótturin í Klaksvík er so ómetaliga nógv betur fyri í dag enn hann var, tá hann var smádrongur.

KÍ byrjaði ikki sum eitt fótbóltslið, men hevði frælsan ítrótt á skránni: tennis, skjóting, spjótkapping, stangarlop, fimleik og sjónleik.

Tað gingu 7 ár, árðenn KÍ spældi sín fyrsta dyst móti liði uttan fyri Klaksvíkina. Tað var móti HB í Havn, og KÍ tapti 5-0.

Finnbogi helt fyr at John Reid Bjartalíð hevði roterað í grøvini, hevði hann vitað, at KÍ-arar hjálpa HB við at gerast føroyameistarar.

Veitslan var væl fyriskipað, og gestirnir fingu ein góða uppliving.