Av tí at Sosialurin ikki kemur út í morgin, mánadagin, hava vit valt at geva spælarametingarnar frá dystinum millum KÍ og ÍF, sum var dysturin hesa vikuna, út á in.fo.
Sum heild er avrikið hjá KÍ merkt av, at teir spældu undir miðal í mun til sítt vanliga støðið. Tað sást ikki aftur í dag, at KÍ hevur verið suverent oddalið í Effo-deildini seinastu nógvu tíðina. Teir taptu fult uppiborið móti ÍF.
Spælarametingar hjá KÍ:
Kristian Joensen 2: Ikki hansara besti dystur í ár. Hóast hann ikki beinleiðis kundi lastast fyri nakað av málunum, fóru fýra mál ígjøgnum sum er ov nógv. Hevur annars verið sannførandi í alt ár, men livdi ikki upp til støðið í dag.
Sørmundur Kalsø 2: Livdi heldur ikki upp til sannførandi endan hjá sær í fyrru hálvu. Var til tíðir um ein háls av vælspælandi vinstru síðuni hjá ÍF, og hevði ikki sama yvirskotið at koma framvið sum onkuntíð áður.
Ahmed Mujdragic 2: Skal prísa seg lukkuligan fyri at hann spældi 90 minuttir, tí hann átti klárt reytt kort í fyrra hálvleiki. Átti eisini feilin av seinasta málinum hjá ÍF, og spældi sum heild undir sítt vanliga støðið.
Jonas F. Rasmussen 2: Eisini KÍ-liðskiparin hevði ein av sínum ringaru dystum. Hevði trupulleikar við at kontrollera kvika Adeshina Lawal, og stýrdi verjuni sum tað fóru fýra mál ígjøgnum hjá.
Ísak Simonsen 3: Kanska tann einasti leikarin í KÍ verjuni sum spældi nøkunlunda til støðið. Hevði ikki líka stórar trupulleikar í verjuspælinum sum fleiri av hinum.
Semir Hadzibulic 2: Er kanska besti miðvallari í Føroyum, men tað sást ikki í dag. Var ikki líka væl upplagdur sum vanligt, og var saman við KÍ miðvøllinum klárt við undirlutan móti vælleikandi ÍF miðvøllinum.
Súni Olsen 2: Spældi sum heild bóltin skilagott frá sær, men varð útskiftur longu aftaná 55 minuttir. Var skaddur stóran part av fyrru hálvu, og tað sást aftur í dag. Tóktist heldur tungur. Er betri enn hvat hann vísti í dag.
David Langgaard 2: Brendi risa møguleika tíðliga í dystinum. Var annars anonymur í framrættaða spælinum størsta partin av dystinum, og varð útskiftur longu tá ein tími av dystinum var spældur.
Hjalgrím Elttør 2: Var heldur ikki til at kenna aftur í dag í mun til í fyrru hálvu. Skapti ein einkultan stóran møguleika tíðliga í dystinum, men fekk mestsum einki burturúr restina av dystinum. Var eisini útskiftur tá ein tími var spældur.
Jóannes Bjartalíð 2: Avrikið í dag livdi als ikki upp til góðu avrikini fyrr í kappingarárinum annars. Bæði dribblingar og avleveringar miseydnaðust í flestu førum. Eigur eisini eins og flestu aðrir í KÍ-hópinum meira í sær, enn hann vísti í dag.
Páll Klettskarð 3: Skoraði fyri KÍ og arbeiddi sum heild væl í álopspartinum. Var kanska tann einasti í tí offensiva spælinum, sum spældi nøkunlunda upp til støðið, men hann var ov einsamallur. Misnýtti ein stóran møguleika við høvdinum tá støðan var 3-1, sum kundi broytt dystin.
Jákup B. Andreasen 3: Kom inn tíðliga í seinna hálvleiki fyri Súna Olsen. Er ein evnaríkur ungur leikari, ið er sera tryggur á bóltinum. Átti eisini avgerandi fótin á, tá KÍ skoraði til 4-2, tá hann kom væl inn í feltið sum miðvallari.
Niels Pauli Danielsen 2: Kom inn fyri David Langgaard tíðliga í seinna hálvleiki. Arbeiddi væl, men kláraði ongantíð at gera tey avgerandi tingini fyri at fáa KÍ innaftur í dystin.
Heðin Klakstein 3: Kom eisini inn seinasta hálva tíman. Hóast hann ikki broytti stórvegis á KÍ liðnum, setti hann eitt sindur av futti í vinstru síðu hjá KÍ, og átti uppleggið til 4-2 málið.