Hondbóltur
Fyrstu umførini hevur KÍF so ruddiliga verið við undirlutan í øllum dystunum, sum teir hava spælt, og tí var helst væntandi, at Kyndil hevði eina yvirkomuliga uppgávu sunnudagin.
Kyndil er í breiða feltinum frammi í oddinum, og tí var sigurin móti KÍF eitt treytaleyst krav. Men hetta skuldi tó vísas eg at vera sera trupult at uppfylla.
Kollfirðingar bitu nevnliga hart frá sær gjøgnum allan dystin. Undan steðginum vóru teir eitt skifti á odda við trimum málum, men seinastu minuttirnar fekk Kyndil togað seg nakað nógv nærri.
Eftir steðgin tóktust vertirnir at fáa betri tak á dystin. Hóast munurin ikki gjørdist stórur, so hevði Kyndil hug at hála seg nakað avstað, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist at halda fast.
Tvørtur ímóti kom KÍF aftur framum, og seinastu spentu minuttirnar stóð fleiri ferðir á jøvnum. Í evstu løtu eydnaðist tó hjá Kyndli at toga seg avstað. Teir skoraðu tvey mál seinastu minuttirnar, uttan at gestirniir fingu nakað, og so vórðu stigini hóast alt verðandi í Havnini. Men dysturin tænti avgjørt sum áminning um, at eingin dystur er vunnin, fyrr enn dómarin hevur bríkslað seinastu ferð.
Fakta um dystin
Kyndil-KÍF 24-22 (9-10)
10 min: 3-4
20 min: 5-8
40 min: 12-14
50 min: 17-17
Málskjúttar
Kyndil: Rani Ellingsgaard 5, Høgni Klein 4, Kristoffur Kristoffersen 4, Janus Einar Sørensen 3, Hans Áki Dal-Christiansen 3(1), Josef Abrahamsen 2(1), Ken Zachariasen 2(1), Bárður Johannesen 1
KÍF: Niklas Reginsson 5, Andreas Nielsen 3, Regin Petersen 3, Arnbjørn Hansen 3,Ási Dam 3(2), Teitur Joensen 1, Ingi Johannesen 1, Tony Weihe 1
Brotskøst: Kyndil 6, KÍF 3
Útvísingar: Kyndil 6, KÍF 8
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen