KÍF vann ein knúsandi sigur á H71

Tað er mest sum avgjørt, at KÍF verður annað liðið í steypafinaluni hjá monnum.

 

Í kvøld vann KÍF ein knúsandi 29-15 sigur í høllini í Kollafirði. Støðan í steðginum var 15-10 til KÍF. Hoyvíkingar fingu sostatt bert fimm mál í seinna hálvleiki.

 

Tað er lítið sannlíkt, at H71 megnar at vinna við 15 málum á KÍF í tí seinnu hálvfinaluni.

 

Meiri spenningur er um hitt finaluplássið. Har er StÍF á odda 24-22 ímóti VÌF, aftaná tann fyrra hálvfinaludystin á Skála.