KÍ hægri enn fyrr í ár

Málveitslan varð avlýst, og tað gekk striltið at fáa sigurin til høldar ímóti botnliðnum av Sandi

 

Fótbóltur


Tað hevur gingið upp og niður hjá klaksvíkingum í ár. Á støðutalvuni sást, at niðurtúrarnir hava kostað nógv. Undan B71 dystinum var málmunurin -12 mál. Møguleikin, at pynta eitt sindur um hetta sunnudagin, mundi kennast ikki so langt burtur. Kurt Mørkøre, Alexander Djordjevic og Hjalgrím Elttør eru málsóknir, og teir áttu at havt gott pláss ímóti B71. Men tað spurdist lítið burturúr.

Í fyrra umfarinum pakkaði B71 seg væl saman á egnari hálvu. Teir á heimaliðnum høvdu bóltin heilt nógv, og teir spældu seg til fleiri møguleikar at fáa mál. Men veteranurin í B71 málinum stóð enn eina ferð sum ein brandur, og so vóru framrættaðu menninir hjá KÍ ikki so neyvir og avgjørdir.

Kurt Mørkøre hevði í 1. hálvleiki tvey góð skot, og Alexander Djordjevic hevði bæði skot og góðan stútari, sum vóru tætt við, og eina ferð rakti hann í tvørtræið.

Einasta málið undan steðginum kom mitt í fyrra umfarinum. Ove Nysted, sum hesa ferð var í miðverjuni, var omanfyri allar hinar, tá hornaspark kom innfyri, og hann drønstútaði í kassan.

Setningurin hjá KÍ var, at teir skuldu fáa bóltin út í borðini, har unglingaspælararnir Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør høvdu sínar ódnir. Tað komu fleiri innlegg úr borðunum og til stóru menninar, sum Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen og Bjørn Thorsteinsson høvdu tungu uppgávuna at taka sær av. Teir fingu góða hjálp frá stinna málverjanum.

Men klaksvíkingarnir nýttu ikki nóg ofta síðurnar. Í staðin varð ofta roynt at stinga fram eftir miðásinum, og tá varð tað væl lættari hjá sandoyarverjuni at byrgja upp fyri.


B71 løtan

Eftir steðgin setti Kári Reynheim seg sjálvan á vøllin. Hann kom inn fyri vongverjan í høgru, Hans Jørgen Djurhuus. Útskiftingin var neyðug, tí vongverjin í 1. hálvleiki hevði fingið gult kort, og ivaleyst mundu sandoyingar kenna, at tað so skjótt kundi koma fyri, at eitt gult kort afturat kom orsaka av skjóta Hjalgrími Elttør.

Innskiftingin av Kára Reynheim, sum hevði bestu B71 skotroyndina í 2. hálvleiki, hevði onkrar umskipingar á B71 liðnum við sær. Og fyrrapartin av seinna umfarinum vóru gestirnir í Klaksvík væl betri við, enn teir høvdu verið í 1. hálvleiki.

Serliga Kári Nielsen var eyðsýndur. Hann hevur fín evni sum fótbóltsspælari. Hann hevur góðan bóltførleika, hann er skjótur, og hann hevur sjálvsálitið, sum skal til. Spell at skaði hevur hildið honum burtur so leingi í ár. Kári Nielsen megnaði fleiri ferðir at sneiða fleiri klaksvíkingar av sær. Í fleiri førum var talan um næstan málmøguleikar, men tað spurdist ikki meiri burturúr, enn at klaksvíkingar á og kring vøllin ofta noyddust so at siga at halda ondini.


Koppaði heim eftir

Síðsta lítla korterið gjørdist KÍ yvirvágin størri aftur, og KÍ hevði eisini í 2. hálvleiki fleiri málmøguleikar. Eitt nú tá Tomislav Sivic varð spældur í góða skotstøðu.

Kurt Mørkøre staðfesti heimasigurin. Alexander Djordjevic, sum í gjár fór heim til Jugoslavia, har hann verður næstu tíggju dagarnar, legði væl innfyri úr høgru. Kurt var kaldur, tamdi, brúkti skotfintuna og smekkaði í kassan. Tá restaðu sjey minuttir, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi verða.

Einki mál kom afturat. KÍ hómar bronsuna, men teir í Klaksvík eru ivaleyst nøgdir við at varðveita fjórða plássið. Síðstu løtuna loysti unglingaspælarin Rógvi Laksáfoss Tomislav Sivic av, og Símun W. Høgnesen, sum hevur verið burturstaddur, kom inn fyri smáskadda Ova Nysted. At U?15 landsliðsvenjarin Bill Jacobsen síðstu minuttirnar var á vøllinum, mettu áskoðararnir sum eina joke, og onkur hevði hug at illneitast.

Sandoyingar høvdu vónað at fáa eitt stig, men teir tóktust ikki serliga vónsviknir. Bjargingarroyndin hjá teimum verður m. a. á heimavølli, tá HB kemur suður.


KÍ: Meinhardt Joensen ? Ove Nysted, Jan Andreasen, Andrass Jacobsen ? Atli Danielsen, Jan Joensen, Tomislav Sivic, Fríðin Ziskason, Hjalgrím Elttør ? Kurt Mørkøre, Alexander Djordjevic

B71: Valdemar Nowisci ? Hans Jørgen Djurhuus, Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen, Bjørn Thorsteinsson, Svenning W. Hansen ? Sverrir Kjærbo, Jón Brekku, Julian Floresco ? Eli Hentze, Kári Nielsen