Skuldi VB/Sumba gera sær nakra vón um at bjarga sær í Formuladeildini, so var kravið trý stig í Klaksvík í dag. Avbjóðingin kendist øgilig, og tað gjørdist hon eisini hjá botnliðnum.
Tað var VB/Sumba, sum legði bragdligari fyri. Í óskipaða spælinum var tað eftir fimm minuttir Dan Djurhuus, sum legði felagsliðið á odda.
Bara lítla løtu seinni tók KÍ seg saman. Fyrst javnaði Paul Clapson í 12. minutti, og tveir minuttir seinni legði Gunnar G. Nielsen KÍ framum 2-1.
Dan Djurhuus hevur als onga ætlan at leika í næstbestu deildini komandi ár, og eftir hálvum tíma skoraði hann aftur. Hesa løtuna sá tað út til, at liðini skuldu fara til hálvleiks við javnleiki. Men so var ikki. Ovi Nysted skoraði tvær ferðir síðstu tíggju minuttirnar undan hvíldini, og tí kundi KÍ fara at hvíla seg við tryggari leiðslu.
Eftir steðgin helt málveitslan fram. Tá ið ein tími var farin, umsetti Paul Clapson brotsspark til mál, og løtu seinni økti Kristoffur Jakobsen til 6-2.
Marco Moravic hjá VB/Sumba megnaði tó at pynta um úrslitið, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.
KÍ sendi harvið VB/Sumba í eitt so svart myrkur, sum VB/Sumba ikki hevur verið í fyrr í ár. Hetta var fimti dysturin á rað hjá KÍ, har teir fóru av vøllinum við úrtøku.