Í morgin bresta bestu liðini hjá KÍ og NSÍ saman í Klaksvík. Í kvøld var undanframførsla, tá ið næstbestu liðini hjá somu feløgum hittust í Klaksvík.
NSÍ er á veg til hús við trimum stigum. Teir gulu vunnu 3-1. Hetta var fyrsta tapið hjá KÍ, sum undan hesum umfarinum var topplið við tíggju stigum. Sigurin í kvøld ber við sær, at NSÍ nú hevur níggju stig.
Longu í fimta minutti var amerikanski KÍ spælarin Darius Lewis so óheppin at stýra bóltin í sítt egna mál. Tíggju minuttir seinni skoraði hann í hinum endanum, og so var 1-1.
Javnleikurin helt sær bara í tríggjar minuttir. Jannik Mathias Olsen legði NSÍ framum 2-1.
Í síðsta minutti, tá ið KÍ legði nógv fyri í roynd at javna, svaraði NSÍ aftur og skoraði til 3-1. Málskjútti var Mórits Heini Mortensen.
Burtursæð frá KÍ málverjanum, Meinhardt P. Joensen, var eingin á vøllinum, sum higartil í ár hevur havt serligan leiklut í bestu deildini higartil í ár.
Í sætta umfari skal KÍ spæla á útivølli ímóti grannunum í Víkingi.
Í sætta umfari skal NSÍ spæla á heimavølli ímóti grannunum í B68.