LØGMANSSTEYPIÐ
Klaksvíkingar eru ikki heilt avskrivaðir, men nú stendur á hjá teimum at vinna seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini. Um tað skal eydnast hjá KÍ, so skulu teir vinna teir báðar dystirnar, sum teir eiga á í bólkaspælinum. Annar verður á Argjum, og hin verður á heimavølli ímóti VB. Tað er ikki óhugsandi, at tað fer at eydnast hjá KÍ. Men nú eru ikki ráð til fleiri hálvar og heilar kiksarar.
Hjá EB/Streymi stendur væl betri til. Teir hava meiri enn annað beinið í fjórðingsfinaluni, og tað skal vilja heilt illa til, um tað ikki fer at eydnast hjá teimum.
Leygardagin legði KÍ enn eina ferð rygg til tap ímóti EB/Streymi. Í fyrraárið vann EB/Streymur landskappingardystirnar ímóti KÍ bæði í Klaksvík og á Mølini. Higartil í ár hava teir vunnið báðar dystirnar í bólkaumfarinum í steypakappingini.
Hesa ferð legði KÍ seg framum eftir væl uppspælt álop í høgru. Harley Bertholdsen, Atli Danielsen og Eyðun Klakstein vóru saman við Arnold Joensen við í uppspælinum. Innleggið lá neyvt til Hjalgrím Elttør, sum stútaði í málið.
Fyrstu løtuna høvdu klaksvíkingar sítt fólk frammarlaga, og hetta tóktist at stressa heimaverjuna ikki so lítið. Í hvussu so er skundaðu teir sær ofta at fáa bóltin langt burtur.
Málmøguleikarnir vóru fáir, men undan steðginum fekk EB/Streymur tvey mál. Í tí fyrra førinum var hepni uppií. Sorin Anghel, sum var annar álopsspælarin, royndi við skoti, sum varð blokerað til hin álopsspælaran, Magna á Lakjuni. Royndin hjá honum varð eisini taklað, men í tí førinum sigldi bólturin í boga omanfyri KÍ málverjan, Kartin Joensen og í málið.
Tá ið EB/Streymur legði seg framum, var Hans Pauli Samuelsen málskjútti. Marni Djurhuus legði innfyri úr høgru. KÍ verjan tóktist hava tak á, men so lótu teir bóltin fara. Úr rættuliga spískum í vinstru royndi Hans Pauli seg við hálvfluktara, sum fór í handara síðunetið. Eitt fínt spark.
Í 2. hálvleiki vóru ikki nógvir málmøguleikar. Heimaliðið tóktist einki hava ímóti, at KÍ hevði bóltin nógv. EB/Streymur bíðaði og vardi á egnari hálvu, og so lúrdu teir eftir møguleikanum fyri snarálopi. KÍ flutti bóltin nógv, men tað líktist ov nógv innandura fótbólti, og tað komu so at siga eingir upplagdir møguleikar burturúr.
Magni á Lakjuni slerdi heimasigurin fastan. Sorin Anghel stakk fram til Magna á Lakjuni. Tað eydnaðist honum at temja bóltin inn um verjuna, og tá ið Kartin Joensen leyp út, megnaði Magni at lyfta bóltin upp um málverjan og í málið til 3?1.
Í 2. hálvleiki hevði Sorin Anghel størri møguleika at gera mál enn allir hinir møguleikarnir, sum tað eydnaðist at skora upp á, vóru. Men í hesum førinum sendi væl upplagdi álopsmaðurin kortini við síðuna av málinum.
Hjá KÍ var tað merkisvert, at Sámal Eyðfinn Poulsen, sum ikki hevur vant við besta liðnum tey seinastu fimm árini, kom á vøllin í 2. hálvleiki.
EB/Streymur?KÍ 3?1 (2?1)
0?1: Hjalgrím Elttør
1?1: Magni á Lakjuni
2?1: Hans Pauli Samuelsen
3?1: Magni á Lakjuni
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Andrzej Pazek, Egil á Bø, Esmar Eiðisgarð ? Marni Djurhuus, Marek Vierzbicki, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Magni á Lakjuni
KÍ: Kartin Joensen ? Atli Danielsen, Jan Andreasen, Ove Nysted, Símun Joensen ? Arnold Joensen, Jan Joensen, Allan Joensen, Harley Bertholdsen ? Hjalgrím Elttør, Eyðun Klakstein