KÍ knívin á barkanum

Avgerandi dystur verður við Margáir í kvøld

Í steypakappingini hjá kvinnum í fótbólti eru seinnu hálvfinalurnar á skránni í kvøld.

Annar dysturin er millum ÍF/Víking og HB, sum fer í Eysturoy at verja 2-0 leiðslu frá fyrru hálvfinaluni. 22. Mai vóru tað Lív Arge og Milja Simonsen, sum løgdu HB á finalukós.

 

Hin dysturin verður við Margáir. EBS/Skála fær vitjan av sigursvanda KÍ, sum hevur knívin á barkanum undan seinnu hálvfinaluni. 22. mai vann EBS/Skála 1-0 í Klaksvík. Ta ferðina skoraði Birna T. Johannesen tríggjar minuttir undan leikloki einsamalla málið.

 

KÍ kvinnurnar hava verið í øllum steypafinalunum síðani 1999.

 

ÍF/Víkingur-HB: Áron Sofus Vest kl. 18.30

EBS/Skála-KÍ: Rani A. Skaalum kl. 19.00