KÍ loysir HB av

HB hevur boðað FSF frá, at felagið klárar ikki at manna liðið, sum felagið skuldi hava við í 2. deild í ár. Tí hevur FSF givið KÍ møguleikan at flyta upp í deildina, og KÍ hevur tikið av. KÍ endaði sum nummar 3 í 2. deild í fjør, og tí stóð felagið úr Klaksvík fremst í røðini, nú HB meldaði frá. KÍ skrivar á heimasíðu sínari, at Manni Høgnesen skal venja 2. deildarliðið hjá KÍ.