KÍ hevur í dag vunnið trivaligan 4-1 sigur á Vágseiði ímóti FC Suðuroy, sum framvegis eigur fyrsta sigurin til góða. Henry Heinesen, Heðin á Lakjuni, Heðin Klakstein og Páll Klettskarð skoraðu fyri KÍ, áðrenn Jón K. Poulsen pyntaði um fyri heimaliðið.
Úrslitið ber við sær, at klaksvíkingar nú hava lagt seg upp á síðuna av EB/Streymi, sum seinastu umførini hevur verið einsamalt oddalið. EB/Streymur og KÍ hava 30 stig. Málmunurin hjá EB/Streymi er +11, og hjá KÍ er hann +9.
FC Suðuroy er nógv aftast við trimum stigum.
ÍF vann í dag tryggan 2-0 sigur á Varmakeldustevnuni ímóti HB. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, og í báðum førum var Clayton Soares málskjútti. Úrslitið ber við sær, at ÍF hevur lyft seg upp um HB, sum hevur 22 stig. ÍF er á fjórða plássi við 24 stigum. Víkingur er næstfremst við 29 stigum.
Síðsti dysturin í hesum umfarinum verður klokkan 17.00, tá ið B68 og TB bresta saman á nýggja graslíkinum á Svangaskarði.
FC Suðuroy-KÍ 1-4 (0-1)
0-1: Henry Heinesen 24.
0-2: Heðin á Lakjuni 50.
0-3: Heðin Klakstein 77.
0-4: Páll A. Klettskarð 80.
1-4: Jón K. Poulsen 90.+1.
Dómari: Petur Reinert
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Dan Djurhuus (Heri Kjærbo, 72.), Suni úr Hørg (Reidar Dahl Joensen, 82.), Sasa Kolman, Jón Áki Jacobsen - Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, Jón K. Poulsen, Kári í Lágabø, David Asare (Ingi Poulsen, 65.) - John T. Poulsen
Gult kort: Jón K. Poulsen, Sasa Kolman, Poul N. Poulsen
KÍ: Andrass Gango - Jóhan Jacobsen, Jógvan Isaksen, John Hammer, Heðin á Lakjuni - Henry Heinesen (Heðin Klakstein, 70.), Filip Djordjevic (Ivan Joensen, 66.), Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen, Andy Olsen (Ísak Simonsen, 81.) - Páll Klettskarð
Gult kort: eingin
ÍF-HB 2-0 (2-0)
1-0: Clayton Soares 12.
2-0: Clayton Soares 21.
Dómari: Alex Troleis
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen, Karl Løkin, Thomas Asmussen, Bogi Løkin (Nenad Saric, 65.) - Clayton Soares (Jákup Johansen, 81.)
Gult kort: Frank Poulsen, Høgni Zachariassen, Bogi Løkin, Bartal Eliasen, Jákup Johansen
HB: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (Gunnar Haraldsen, 30.), Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Kristin R. Mouritsen (Jógvan Skeel Nolsøe, 81.), Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum (Hendrik Rubeksen, 73.)
Gult kort: Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum, Hendrik Rubeksen, Símun Samuelsen
---
Liðugt
2-0
90 min.
85 min
2-0
ÍF hevur ongar trupulleikar at verja tryggu leiðsluna.
Jákup Johansen hjá ÍF hevur sæð gula kortið, og tað hevur Símun Samuelsen hjá HB eisini.
80 min.
2-0
Hendrik Rubeksen hjá HB hevur sæð gult fyri klossut fríspark. Talan er ikki um skipað spæl. Fuglfirðingar eru nøgdir við støðuna, og HB liðið tykist ikki megna at gera nakað við støðuna.
Hjá HB er Jógvan Skeel Nolsøe komin inn í HB álopið í staðin fyri miðvallaran Kristin R. Mouritsen.
Jákup Johansen er komin inn á ÍF liðið í staðin fyri tvífalda málskjúttan Clayton Soares.
75 min.
2-0
Kvaliteturin í spælinum er einki serligur. Tað eru nógvar skeivar sendingar, og dómarin bríkslar ofta fyri fríspørkum. Andrew av Fløtum er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Hendrik Rubeksen í HB álopið.
Bartal Eliasen hjá ÍF hevur sæð gult fyri klossut fríspark.
70 min.
2-0
HB trýstið er linkað, og ÍF hevur aftur betri tak á tí. Andrew av Fløtum hjá HB hevur sæð gula kortið.
65 min.
2-0
Nenad Saric er komin á vøllin í staðin fyri Boga Løkin hjá ÍF. HB roynir at leypa á, og tað ber við sær, at ÍF hevur betri møguleikar at fara í skjót mótálop.
HB miðverjin Rógvi Holm hevur havt besta møguleikan eftir hornasparksinnlegg, men stutt úr málinum kiksaði hann.
60 min.
2-0
Tað er eitt ikki sørt vent í holuni í Fuglafirði. ÍF leggur stóran dent á verjupartin, og tað gongur illa hjá fuglfirðingum at fáa skipað spæl í lag. Hjá HB gongur tað munandi betri við samanspælinum, enn tað gjørdi í 1. hálvleiki, men tað hevur gingið illa at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Fróði Benjaminsen hjá HB hevur sæð gult fyri at vera ov seinur at takla.
50 min.
2-0
HB hevur flutt fólkið longri fram á vøllin, og HB roynir at leggja trýst á. Fyrstu fimm minuttirnar hevur HB tiltuskað sær trý hornaspørk!
Hálvleikur!
45 min.
2-0
Teir eru farnir at hvíla seg í Fuglafirði. Tað er gott lag í heimaleguni, tí ÍF er frammanfyri 2-0 ímóti HB. Heimamenninir hava verið grammari, nærlagdari og miðvísari, og Clayton Soares hevur tvær ferðir skorað.
HB hevur ikki havt nakað at bjóða uppá, hóast havnarmenninir hava havt bóltin eins nógv og mótstøðumenninir. Bestu royndina í 1. hálvleiki hevði Christian R. Mouritsen, tá ið hann royndi seg við frísparki, sum Jákup Mikkelsen tó ikki hevði stórvegis trupulleikar av at verja út til hornaspark.
35 min.
2-0
Gongdin er tann sama, sum hon hevur verið. Fuglfirðingar eru omaná, og HB liðið tykist rættuliga ørkymlað av, at tað ikki eydnast at fáa skipað álopsspæl í lag. Bartal Eliasen og Høgni Zachariassen í ÍF miðverjuni hava gott tak á Andrew av Fløtum, sum er fremsti HB spælarin, og sum er rættuliga einsamallur frammi á vøllinum.
30 min.
2-0
HB hevur framt eina útskifting og verjan er umskipað. Út er farin vongverjin í høgru Jógvan Rói Davidsen. Í hansara stað er komin Gunnar Haraldsen, sum er farin í miðverjuna, meðan Vagnur Mohr Mortensen er farin úr miðverjuni og út á vongverjan í høgru.
Tað er meiri broddur og tyngd í heimaliðnum, enn tað er í hjá HB.
20 min.
2-0
Tað gongur væl hjá ÍF á Varmakeldu. ÍF er frammanfyri við tveimum málum, og í báðum førum hevur Clayton Soares verið málskjútti.
Fyrra málið skoraði hann eftir 12 minuttir eftir gott samanspæl við Thomas Asmussen og Boga Løkin, og seinna málið skoraði hann í 20. minutti eftir innlegg frá ágrýtna Dánjal á Lakjuni. Clayton var merkiliga leysur mitt fyri málinum.
5 min.
0-0
Eingir upplagdir málmøguleikar hava verið. Vindurin darvar, og tað hevur verið trupult at fingið skipað spæl í lag.
Tað er eitt frískt lot í Fuglafirði, har tey halda Varmakeldustevnu. Heimaliðið hevur lotið undan í 1. hálvleiki.
ÍF-HB kl. 15.00
Dómari: Alex Troleis
ÍF: Jákup Mikkelsen - Uni R. Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen, Karl Løkin, Thomas Asmussen, Bogi Løkin - Clayton Soares
HB: Teitur Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Alex José dos Santos - Kristin R. Mouritsen, Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum
---
Liðugt!
1-4
90 min.
1-4: Jón Krosslá Poulsen
Tað eydnaðist heimaliðnum at pynta upp á, tá ið Jón Krosslá Poulsen eftir innlegg sendi bóltin í málið við høvdinum.
86 min.
0-4: Páll Klettskarð br
Tað gongur skjótt hjá KÍ, sum ger rimmar sluttspurt ímóti FC Suðuroy. Tað er orduliga skrædnað hjá heimaliðnum, og nú hevur KÍ toppskjúttin Páll Klettskarð umsett brotsspark til mál.
85 min.
0-3: Heðin Klakstein
Klaksvíkingar eru av álvara við at leggja seg út í kappingina um oddasessin í bestu fótbóltsdeildini. Nú eru teir frammanfyri 3-0 á Vágseiði. Innskifti miðvallarin Heðin Klakstein skoraði!
75 min.
0-2
FC Suðuroy hevur havt tveir góðar møguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Eftir langt innkast sendi John T. Poulsen í tvørtræið, og lítla løtu seinni sendi Jón K. Poulsen úr góðari støðu, men við síðuna av málinum hjá Andrassi Gango.
Klaksvíkingar hava framvegis bóltin mesta partin av tíðini, teir arbeiða væl saman, men tað gongur striltið hjá teimum at spæla seg til møguleikar.
65 min.
0-2
Klaksvíkingar hava bóltin nógv størsta partin av tíðini, men tað eydnast teimum ikki at spæla seg til málmøguleikar ímóti heimaliðnum, ið leggur mesta dentin á at verja. Vindurin er vaksin, og hann órógvar skipaða fótbóltsspælið.
55 min.
2-0: Heðin á Lakjuni
Klaksvíkingar hava lagt seg orduliga á sigurskós á Vágseiði. Vongverjin í vinstru, Heðin á Lakjuni, sneiddi í vinstru framvið fleiri, áðrenn hann úr 20 metra fjarstøðu smekkaði til, og bólturin streyk inn við nærra stólpanum!
Hálvleikur!
45 min.
0-1
35 min.
0-1
Klaksvíkingar hava bóltin mesta partin av tíðini, men tað hevur ikki eydnast liðunum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
25 min.
0-1: Henry Heinesen
Klaksvíkingar hava lagt seg á odda á Vágseiði, har líkindini at spæla fótbólt eru hampuliga góð. Málskjútti var miðvallarin í høgru Henry Heinesen, sum var fyrstur á við handara stólpa eftir hornasparksinnlegg úr høgru. Heðin á Lakjuni legði innfyri, Páll Klettskarð snittaði víðari, og Henry Heinesen umsetti við handara stólpa til mál.
FC Suðuroy hevur lítla lotið undan, og heimaliðið roynir seg við langskotum, meðan klaksvíkingar royna at vera tolnir í uppspælinum.
FC Suðuroy-KÍ kl. 15.00
Dómari: Petur Reinert
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Dan Djurhuus, Suni úr Hørg, Sasa Kolman, Jón Áki Jacobsen - Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, Jón K. Poulsen, Kári í Lágabø, David Asare - John T. Poulsen
KÍ: Andrass Gango - Jóhan Jacobsen, Jógvan Isaksen, John Hammer, Heðin á Lakjuni - Henry Heinesen, Filip Djordjevic, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen, Andy Olsen - Páll Klettskarð
Tríggir dystir eru á skránni í Effodeildini seinnapartin. ÍF-HB og FC Suðuroy-KÍ spæla klokkan 15.00, og B8-TB spæla klokkan 17.00. Vit fylgja gongdini.