KÍ og ÍF á Tórsvølli

Seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá unglingunum vórðu leiktar mikukvøldið

 

Steypakapping


Tórsvøllur leggur gras til eitt slag av generalroynd, tá finalan um Thomas Dam steypið verður leikt komandi mikudag.

FSF hevur nevnliga gjørt av, at unglingafinalan eins og finalan hjá monnum skal spælast á grasinum á Tórsvølli. Um orsøkina til hetta, verður sagt úr FSF, at hetta verður gjørt, fyri líka sum at fáa fastari karmar um sjálvan finaludystin, eins og tignin um hendan kanska eisini verður størri, tá talan er um dyst á veruligum grasi.

Umframt hetta er ein onnur orsøk eisini, at hetta kann koma ungum leikarum, sum hava vónir um at sleppa til útlandið, betri møguleikar í so máta. Tað er ikki ókent, at útlendskir talentskótar hyggja at slíkum dystum, og í so máta er tað ein fyrimunur hjá leikarunum, um dysturin verður leiktur á grasi.


ÍF og KÍ

Sjálv finalan fer annars at standa ímillum ÍF og KÍ. Hetta gjørdist greitt mikukvøldið, tá seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini vórðu leiktar.

ÍF tapti á útivølli 2-0 móti NSÍ, men tá fuglfirðingar høvdu vunnið heimadystin 4-1, var hetta hetta akkurát nóg mikið hjá fuglfirðingunum.

Klaksvíkingar vóru meira ivaleysir, tá teir á heimavølli vunnu seinnu hálvfinaluna móti HB við trimum málum móti ongum. Fyrru hálvfinaluna vann KÍ 2-0, so samlaði sigurin hjá KÍ gjørdist upp á 5-0.

Sum nevnt omanfyri, so verður finalan leikt á Tórsvølli komandi mikudag.