KÍ og NSÍ vunnu fyrru hálvfinalurnar

KÍ hevði vitjan av B71 í Klaksvík, og tað vóru gestirnir, sum vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki sat KÍ á øllum og skoraði fýra mál.

 

B68 og NSÍ spældu fyrra dystin teirra millum á Toftum, og tað vóru teir úr Runavík, sum skoraðu einasta málið í dystinum.

 

Seinnu hálvfinalurnar hjá unglingum verða spældar í komandi viku. Vinnandi liðini hittast í finaluni um FM-heitið.