Kýpros fær helst tørv á hjálp

Myndugleikarnir í Kýpros søgdu í dag, at tað er ikki óhugsandi, at landi fær fyri neyðini at biðja ES um fíggjarliga hjálp. Bankarnir eru í álvarssamari kreppu, tí teir kýprisku bankarnir eru tætt knýttir at teimum griksku bankunum.

Higartil hava Grikkaland, Portugal og Írland biðið ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin um fíggjarliga hjálp, tí tey megna ikki at loysa sínar skuldartrupulleikar uttan hjálp. Kýpros hevur lænt 2,5 milliardir evrur frá Russlandi við legaligari rentu, men tað er ikki líkt til, at nakað annað land er til reiðar at læna landinum pengar.

Arbeiðsloysið í Kýpros er stórt. Politikararnir hava framt munandi sparingar í teimum almennu útreiðslunum fyri at avmarka hallið á fíggjarlógini. Í fjør var hallið 6,4 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni ella meiri enn tvær ferðir hámarkið hjá ES, sum er 3,0 prosent.