Ein bóndi var í Føroya Rætti fríggjadagin ákærdur fyri brot á umhvørvislógina. Kommunan og politiið skuldsettu bóndan fyri at leggja mykju ov nær einum vatni, sum verður nýtt sum drekkivatn, og boð vórðu givin um at fáa mykjurúgvuna flutta.
Mykjurúgvan lá í einum skráningi oman móti vatninum, og ákærin førdi fram, at kom glopraregn, kundi mykjurúgvan verða skolað oman í vatnið, sum harvið varð dálkað.
Vandi var tískil fyri, at mykjan kundi dálka drekkivatnið hjá fólkinum í bygdini.
Mykjurúgvan skuldi bóndin annars brúka til at tæða bøin har nærhendis, og tað metti ákæruvaldið eisini skapti ein vanda fyri, at mykja varð sprænd í vatnið.
Tað var 2. mai 2009, at bóndin bleiv steðgaður og skuldsettur fyri brot á umhvørvislógina. Sjálvur helt bóndin lítið um ákæruna, tí hann sigur seg hava lagt mykju har um leiðir í 25 ár, uttan at tað hevur verið mett sum vandi fyri umhvørvisdálking.
Somuleiðis fíltist bóndin á, at hann ikki sjálvur fekk møguleika at beina mykjuna burtur.
Myndir av mykjurúgvuni vórðu lagdar fram í rættinum, men meðan ákæruvaldið metti rúgvuna vera um seks til sjey kubikkmetrar, metti bóndin rúgvuna til umleið tveir kubikkmetrar.
Umrødda vatnið liggur í haganum hjá bóndanum, og spurningurin kom upp í rættinum, um bóndin hevði lagt mykjurúgvuna so nær vatninum í einari provokatión móti kommununi, tí hon ikki hevði vilja gjørt nakra avtalu við bóndan um at taka drekkivatn út vatninum. Men hesum vísti bóndin aftur og staðfesti, at soleiðis hev-ði hann gjørt í 25 ár.
Verjin hjá bóndanum vísti eisini á, at vatnið var bæði stórt og djúpt, og at inntakið til drekkivatnið var minst 80 metrar inn í vatnið.
Ákærin kravdi bóndan dømdan eftir ákæruritinum og mælti til eina bót á 5.000 krónur. Verjin hinvegin kravdi frídøming. Dómurin fellur seinni í vikuni.