Kári Láadal 65 ár

Hósdagin 27. oktober fyllir Kári Láadal í Havn 65 ár.

Kári er ættaður úr Hvalvík. Foreldrini vóru Thomasia og Johannes Johansen, tey fingu sær seinni eftirnavnið Láadal. Kári er nummar 3 í røðini av 9 systkjum, harav 5 eru búsitandi í Danmark. Abbabørnini eru fýra, Ann Tóra, Bárður, Kári og Niels.

Ein stuttlig søga um Kára er, at tá ið hann var 14 ára gamal, litil og spinkul, gekk ein skipari runt í bygdini har norðuri og bað fólk. Kári sigst at hava svarað honum: Um eg ikki sleppi við nøkrum øðrum. so komi eg við tær. Og tað vildi soleiðis til, at hann fekk kjans við Sjóløvuni og seinni við Fame og øðrum skipum. Hann var eisini eitt skifti í Íslandi og arbeiddi.

Í 1960 fór Kári á skiparaskúla. Eftir lokna skúlagongd fór hann fyrst bæði við føroyskum og norskum línubátum, áðrenn hann í 1970 fór út at sigla við skipum hjá Boserup og Bewa Line og sigldi hann úti til 1978.

Kári og Bergtóra bygdu sær hús í Hvalvík í 1966. Har búð tey, til tey í 1986 fluttu til Havnar.

Síðani Kári gavst at sigla, hevur hann havt fleiri álitisstørv, m.a. í Málingahandlinum, hjá P/F Frants Restorff, og hann hevur eisini verið bussførari. Í kreppuárunum mitt í nítiárunum fór Kári til Danmarkar at leita sær arbeiði, og hann var bussførari í Esbjerg í 8 ár. Í fjør flutti Kári heimaftur og fríggjakvøldið tann 28. oktober heldur hann 65 ára føðingardagin heima á Mýrusnípuvegi 7 í Havn.

Vit eru mong, ið ynskja Kára hjartaliga tillukku við føðingardegnum og alt tað besta í framtíðini.