Tað verður ikki heilt við tað fyrsta, at Kári á Rógvi leggur frá sær sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Tað er greitt nú í kvøld.
Eftir tað vánaliga fólkatingsvalið boðaði Kári á Rógvi annars frá at hann fer at leggja frá sær sum floksformaður á næsta landsfundi.
Men síðani hava tríggir limir í starvsnevndini kravt eykaaðalfund at velja nýggjan formann.
Tað stendur í viðtøkunum hjá flokkinum, at ber tað til, skal formaðurin umboða flokkin á tingi ella í landsstýrið og tað lá í kortunum, at Kári P. Højgaard skuldi taka við aftur sum formaður.
Hann legði annars frá sær, tá ið Kári á Rógvi varð valdur.
Tá í triggir limir gera tað, skal eykaaðalfundur verða í fyrsta lagi eina viku og í seinasta lagi fýra vikur aftan á.
Sjálvir vildu teir tríggir starvsnevndarlimirnir hava eykaaðalfundin at vera leygardagin 1. Oktober.
Men nú er avgjørt, at freistin verður tambað til tað síðsta, tí eykaaðalfundurin verður ikki fyrrenn hósdagin 20 oktober, níggju dagar fyri løgtingsvalið, sigur Jan A. Joensen, formaður í landsnevndini, fyri Portalinum.
Á skránni er møguligt val av floksformanni og næstformanni og tey skuli eisini viðgera um tey skulu hava formansval av nýggjum eftir vali, tá ið tað er greitt, hvør er valdur á ting.
- Vit vita ikki, hvat fer at henda. Kári á Rógvi er formaður og er ikki farin frá, so fundurin fer at vísa, hvat hendir, sigur Jan A. Joensen.
Sjálvur heldur hann, at stríðið er oyðileggjandi fyri flokkin og sjálvur vildi hann, at formansvalið skuldi bíðað til eftir valið ístaðin fyri at hava tað mitt í tveimum valstríðum.
- Eg taki til eftirtektar, at flokkurin hevur ein lógliga valdan formann og eg haldi, at tað er best at hava eykaaðalfundin 20. oktober, so at fólk fáa stundir at hugsa seg um og fáa raksturin og slaktið frá hondini.
Hetta vil hann heldur enn at fáa hetta frá hondini sum skjótast áðrenn valstríðið byrjar av álvara.