Kári rakti banatogið

Kári á Høvdanum legði bragliga út í innleiðandi til 100 m rygg fyrrapartin í gjár, men hálvan veg úti í 50 metra hylinum rakti hann banatogið, og tað oyðilegði avrikið. Kortini setti hann nýtt, føroyskt met

Venjing undir opnum himni í tveir dagar var kanska ov lítið. Orienteringin, ið er so altavgerandi fyri ein ryggsvimjara, kiksaði í uttandura, 50 metra hylinum. Dómurin var náðileysur og Kári á Høvdanum í roynd og veru avskrivaður, hóast hann stríddist mannliga. Ungi svimjarin úr Fuglafjarðar Svimjifelag legði annars væl út og var fremstur eftir startin. Men 25 metrar úti var hann so óheppin at raka banatogið, og tað ávirkaði restina av hansara avriki í kappingingin.

- Eg var væl við frá byrjan, men misti orienteringina og rakti banatogið. Tá reyk øll mín fyrireiking og eg kom ongantíð fyri meg aftur, sigur Kári á Høvdanum, sum kom á mál sum nummar fimm av átta í riðlinum.

Óhappið hjá honum kostaði millum eitt og tvey sekund, umframt at øll fyrireiking og allur taktikkur fór fyri skjeytið.

- Sjálvur meti eg, at eg átti at svomið eini tvey sekund skjótari, sigur Kári á Høvdanum, sum kom á mál við tíðini 1:00:68.


Setti kortini met

Tíðin rakk ikki til pláss í hálvfinaluni seinnapartin í gjár, tí endaði gjárdagurin hjá Kára tíðliga. Men hóast óhappið við banatognum setti Kári á Høvdanum kortini nýtt føroyskt met. Gamla, føroyska metið var 1:00:95, og tað metið átti Kári sjálvur.

Kári á Høvdanum kiksaði í fyrstu roynd. Men ungi svimjarin hevur góðar vónir til restina av evropameistarakappingini, har hann fríggjadagin svimur 200 m rygg og leygardagin 50 m rygg.

- Tað vóru góð ting at hóma, hóast eg skuldi havt svomið teinin eini tvey sekund skjótari. Men eg havi framvegis góðar vónir og eri væl fyri, sigur Kári á Høvdanum.