Kári setti føroyskt met

Kári á Høvdanum setti í morgun føroyskt met í 200 m rygg. Hóast oddsini fyri plássi í hálvfinaluni ikki vóru tey bestu, svam Kári á Høvdanum sín møguleika í morgun. Hann fekk góðan start, men dragnaði tó skjótt afturum teir fremstu, og fyrsta splitttíðin eftir 50 metrar helt ikki heilt.

Samanumtikið var tíðin hjá Kára á Høvdanum tó somikið góð, at hann barberaði hálvt annað sekund av føroyska metinum, og kom á mál við tíðini 2:12:62. Gamla metið, ið var 2:14:10, átti Kári sjálvur.

Heili 34 svimjarar høvdu tilmeldingartíðir undir tveir minuttir og 10 sekund. Sekstan svimjarar svumu seg í hálvfinalurnar í 200 m rygg, sum verða seinnapartin. Besta tíðin var 2:02:12, og hinir 15 svumu allir teinin undir tveir minuttir og sjey sekund.

- Sjálvandi eri eg glaður fyri at hava sett nýtt, føroyskt met. Men eg hevði nú ætlað at fingið tíðina eitt sindur longur niður, segði ein væl nøgdur Kári á Høvdanum beint eftir kappingina, og legði afturat:

- Nú er 200 m rygg ikki tann greinin, ið eg venji mest. Tí hevði eg ikki stórvegis vónir um at svimja meg í hálvfinaluna. Men hetta var samanumtikið í lagi.