Kári Svensson, listamaður:

Ferðaframsýning og móttøka í Listaskálanum

Fríggjadagin 30. januar var lat Kári Svensson upp ein ferðaframsýning í Listaskálanum í Havn. Eisini var móttøka í sambandi við at listamaðurin hevði fylt 50 ár

Listaframsýningin "Hugbirtingar" hjá Kára Svensson lat upp seinasta fríggjadagin kl. 16. Jákup Simonsen frá mentamáladeildini hjá Tórshavnar Býráð lat framsýningina upp, og dupultkvartettin í Ebenezer sang nakrar sangir.

Á framsýningini vóru yvir 30 málningar og 6 standmyndir, sum listamaðurin hevur gjørt.
Framsýningin er opin til 22. februar, tá hon verður pakkað niður og flutt til Randers Kunstmuseum. Framsýningin verður eisini í øðrum Norðurlondum

Umleið 250 fólk møttu til móttøkuna hendan dagin.