Kærleikstrupulleikar? set teg í samband við Atlantic Radio

Nýggja radiostøðin, Atlantic Radio, sum enn bert hoyrist í økinum kring høvuðsstaðin, hevur fingið eina góða byrjan, og ein av sendingunum, kærleikssendingin Amour, er sera væl dámd, einamest millum konufólkini. Yngd hevur hitt vertin í Amour, Elin Hentze í Stórustovu

Klokkan er júst farin av níggju á kvøldi, og nú er bert ein knappur tími til sendingin Amour skal í luftina í Atlantic Radio, sum hoyrist á FM 101, tá Yngd kemur á vitjan í hølunum hjá støðini, sum heldur til á ovastu hædd í bygninginum hjá Brøður Petersen við Hoyvíksvegin. Vit hava eina avtalu við 20 ára gomlu, Elin Hentze í Stórustovu, sum er vertur í sendingini Amour, um at vit skulu fáa okkum eitt prát. Eftir drúgva túrin upp gjøgnum spiraltrappurnar tekur tað eina løtu at koma fyri seg, áðrenn man er til reiðar at finna Elin, men tað gongur bert ein lítil løta, so kemur hon og tekur ímóti okkum.


Tvær vikur í gjár

Vit fara innar í kaffistovuna at seta okkum, og vit spyrja Elin, hvussu hon endaði á Atlantic Radio? Eg hevði sum so ikki nakað serligt at gera, men hoyrdi so um hesa støðina, ið skuldi fara í luftina, og hetta var nakað, sum eg hevði áhuga fyri, og tískil fór eg oman og spurdi um arbeiði. Eg fekk beinan vegin arbeiði, og komst hetta nokk serliga av, at eg var fyrsta konufólki, sum spurdi meg fyri, og Lárus, stjórin í Atlantic Radio, vildi fegin hava onkra kvinnurødd.

Tey, sum til dagligt lurta eftir støðini, eru uttan iva eisini fegin um, at Elin hevur fingið starv har, tí hennara kvinnurødd er ein góður mótsetningur til allar tær mannligu røddirnar, ið eru á rásini. Men hvussu bar tað so til, at Elin fór undir kærleikssendingina Amour? ñ Tá eg byrjaði her, greiddi Lárus frá, at hann hevði ætlanir um, at ein romantisk kærleikssending skuldi vera á skránni, og tað var eisini hann, sum kom við navninum. Hann segði eisini við meg, at tað var best, um tað var eitt konufólk, ið var vertur fyri hesi sending, og hetta fall so í mín lut.

Amour fór í luftina fyri fyrstu ferð mikukvøldið fyri tveimum vikum síðani, greiðir Elin frá. Hon sigur, at í fyrstuni var innihaldið fyri tað mesta bert romantiskur tónleikur, men so líðandi hevur hon fingið fleiri og fleiri brøv frá lurtarum, sum greiða frá sínum kærleiksgleðum og sorgum. Fyrstu tíðina hevur tað verið eitt sindur strævið, sigur Elin, tí tey brøvini, sum hon hevur fingið, er komin, meðan sendingin hevur verið í luftini, og tá er tað næstan ógjørligt at uppfylla ynskir um lag, sum lurtarnir, ið skriva inn, hava. Fær man brøvini áðrenn sendingina, so er lættari at leggja hana til rættis. Tíbetur gongur tað tann rætta vegin, sigur Elin og greiðir frá, at til sendingina hetta kvøldið Yngd er á vitjan, hevur hon fingið nógv brøv, áðrenn sendingin er byrjað.


Svari so frægt eg kann

Tey, sum hava lurtað eftir Amour, vita óivað, at Elin hevur fingið nógvar fyrispurningar um bæði líkt og ólíkt, sum hevur við kærleika at gera, og tað er ikki altíð líka lætt at svara hesum. Til dømis hevur hon fingið bræv frá onkrari sjómanskonu, sum hevur verið ótrúgv, meðan maðurin er til skips. Henda kona hevur síðani spurt Elina, hvat hon skal gera.

Lítið er at ivast í, at tað kann vera trupult at svara slíkum spurningum, men Elin Hentze í Stórustovu sigur, at hon roynir at svara spurningunum so frægt sum hon kann. Sjálv vil hon ikki kalla seg nakran kærleiksserfrøðing, men hon ger tað besta, sum hon megnar, og so vónar hon bert, at tað kann hjálpa í summum førum.

Onkur forelskað sál hevur eisini vent sær til Amour og Elin fyri at spyrja, hvussu hann skal gera fyri at fáa dreymagentuna. Í tí eina førinum gjørdi Elin bart valdi tað brævið til vinnara tað kvøldið. Tað er so, at besta brævið í hvørjari sending hjá Elini verður heiðrað við einum vinningi, sum er eitt máltíð fyri tvey á Pizza 67, umframt atgongumerkir til Havnar Bio. Tá Elin so hevði valt tí forelskaðu sálina til vinnara hetta kvøldið, heitti hon á drongin um at bjóða dreymagentuna út at eta og í biograf við sær.


Er sprotin úr fjølmiðlafamilju

Tað er kanska ikki heilt av tilvild, at Elin er endað í fjølmiðlaheiminum. Mamman hennara hevur í mong ár starvast í sjónvarpinum, og sum yngri hevði Elin nærum sína dagligu gongd niðri í Vørðsluni, og hetta hevur óivað gjørt sítt til, at Elin hevur fingið áhuga fyri hesum heimi.

At arbeiði er umfatandi, kann Elin staðfesta, tí í byrjanuni skuldi hon einans tosa í mikrofonina, men nú tekur hon sær av øllum, tá sendingin er í luftini. Hon er vertur, finnur fløgur fram og tekur sær av tí tekniska. Hetta stúrdi hon nógv fyri, tá hon fekk boð um hetta, men Elin sigur, at nú hevur hon fingið gott tak á hesum. At tosa í mikrofonina, stúrdi Elin ikki so nógv fyri, tá hann byrjaði í starvinum, tí sum hon sjálv sigur tað, so hevur mussaskøðið altíð verið í lagi, og tað hevur ongantíð staðið á at práta.

Amour er í luftini hvørt kvøld frá sunnudegi til mikudag millum klokkan tíggju og tólv. Elin sigur, at hon møtir ein tíma, áðrenn sendingin byrjar, so at hon hevur stundir til at finna tónleik fram. Haraftrat hevur Elin eisini nakrar aðrar tónleikasendingar fleiri ferðir um vikuna, so at hon tilsamans arbeiðir eini 35 tímar um vikuna hjá Atlantic Radio.