– Ákærurnar eru fullkomiliga ósannar

USA hevur enn einaferð álvarsligar ákærur móti Huawei, men kinesiska felagið vísir øllum ákærunum aftur

Í dag hevur kinesiski tøknirisin Huawei havt ein stóran tíðindafund fyri journalistum úr øllum Evropa. In.fo og umboð fyri danskar miðlar møttu upp í kontórinum hjá Huawei Danmark á í Keypmannahavn, har vit vóru við á telefonini, meðan altjóða trygdarleiðarin, John Suffolk, svaraði uppá nýggjastu ákærurnar frá USA um, at Huawei njósnast.

Amerikanska avísin The Wall Street Journal skrivaði fyrradagin, at amerikanskir myndugleikar hava funnið prógv fyri, at Huawei hevur havt sokallaðar "bakdyr" í sínari útgerð, sum gevur felagnum atgongd til privata informatión og harvið kann njósnast. USA meinar eisini, at Huawei í 2009 brúkti sína tøkni til at hjálpa iransku stjórnini við at spora kritisk mótmælisfólk.

Huawei-trygdarleiðarin John Suffolk vísir øllum ákærunum aftur og vil vera við, at USA roynir at villleiða við følskum ákærum fyri at skaða trúvirðið hjá Huawei.

– Allar hasar ákærurnar eru fullkomiliga ósannar. Hatta er ein máti at fáa fólk sáa iva um Huawei. Har hevur ongantíð verið nakað prógv fyri hesum ákærunum, segði John Suffolk millum annað.

Hann legði dent á, at ákærurnar einki hava við fakta ella veruleikan at gera.

– Tá eg vaknaði upp hendan morgunin og sá greinina í Wall Street Journal, helt eg, at tað var 1. apríl, segði John Suffolk.

Hann skilir ikki, hví USA velur at ákæra Huawei fyri slík viðurskifti, sum hann kallar fyri eitt sera álvarsligt brotsverk. Huawei roknar tó við, at ákærurnar frá USA koma av handilsligum orsøkum, tí USA stúrir fyri teirra støðu.

– Hatta er misvísandi og ein roynd at órógva marknaðin, segði John Suffolk og vísti á, at tey í Huawei eru áhugað í so tryggum karmum, sum gjørligt.

– Vit mugu samstarva altjóða fyri at loysa trupulleikarnar við cypertrygd. 

Aftaná telefonfonsamrøðuna við John Suffolk helt varastjóri í Huawei Danmark, Claus Perch Nielsen, eina framløgu í fundarhølinum. Hann greiddi frá tí tekniska partinum um, hví Huawei ikki kann njósnast, uttan at tað verður uppdagað. 

– Eg síggi ákærurnar frá USA sum chikanu móti Huawei. Vit eru í 170 londum, men har hevur ongantíð verið nakað prógv fyri njósning, segði hann.

Ákærurnar frá USA fær ikki nakrar avleiðingar fyri nakrar aktørar, segði hann. Hann vísti á, at Huawei kann ikki gera nógv annað enn at upplýsa, og tað var tað, sum endamálið við hesum altjóða tíðindafundinum var.

Huawei sigur, at tey fegin vilja síggja USA vísa prógvini fyri ákærunum.