Teir eru skuldsettir fyri at hava sligið, sparkað og traðkað ein mann í høvdið 29. desembur í fjør.
Í grundlógaravhoyrinum 29. desembur segði Linda Margrethe Hesselberg, varafúti, at øll framsíðan á andlitinum á manninum er knúst, sum hon tók til, og maðurin hevur eisini havt eina minni heilabløðing. Skaðarnir vóru so álvarsamir, at maðurin bleiv lagdur í koma á Landssjúkrahúsinum.
Av tí, at maðurin var so illa løstaður, broytti ákæruvaldið eitt skifti skuldsetingarnar móti monnunum frá at vera brot á grein 245, sum umfatar ráan harðskap, til grein 246, sum tosar um grovan harðskap undir skerpandi umstøðum. Hetta er sama grein, sum teir báðir, sum fríggjadagin blivu dømdir fyri harðskapsmálið, blivu dømdir eftir.
Grein 246 í revsilógini umfatar harðskapsmál, tá harðskapurin er so harður, at órættaði doyr av álopinum, er í lívsvanda ella harðskapurin á annan hátt merkir órættaða fyri lívið.
Eftir drúgvari læknakanningar hevur ákærin tó valt aftur at linka skuldsetingarnar til at fevna um brot á grein 245, altso um grovan harðskap.
Menninir báðir nokta seg sekar, men dómarin valdi kortini at varðhaldsfongsla báðar inntil rættarmálið fer í gongd 7. juli.