Sorø Underholdningskor, sum er rættiliga nýtt kór, fer í komandi viku at halda konsertir ymsastaðni í Føroyum.
Sorø Underholdningskor er, sum navnið sigur, mannað við fólki úr Sorø og har á leið.
Tað var núverandi kórleiðarin, Jørgen Bjørno, sum í 1994 tók stig til at stovna kórið, verður sagt í tíðindaskrivi frá kórinum. Einir hálvthundrað sangarar eru í kórinum, sum hevur gjørt nógv av at ferðast, hesi árini, tey hava sungið saman. Millum annað hava tey vitjað øll Norðurlondini og Týskland, verður sagt í tíðindskrivinum.
Kórið hevur eisini luttikið í ymsum kappingum og hevur vunnið onkra teirra, siga tey. Tað hevur so aftur gjørt, at tey hava verið at sæð og hoyrt bæði í sjónvarpi og útvarpi.
Skráin hjá kórinum fevnir víða. Alt frá klassiskum kirkjutónleiki, til nýggjan meira fólkaligan tónleik, sum tey siga. Kórleiðarin ger sjálvur útsetingarnar, sum eisini geva kórinum ein egnan samleika.
Føroyaferðin hjá Sorø Underholdningskor varir eina viku, og konsertir fara at verða hildnar millum annað í Sandavági, í Fuglafirði og í Havn.