Kórvitjanir í Vági

Um vikuskiftið eru forkunnugar kórvitjanir partur av guðstænastunum í Vágs Kirkju. Dýra biðidag verður lestur í Vágs Kirkju. Eisini vitjar kór av Skálafjørðinum. Tað er kórið hjá Johan Mortensen, ið fer at syngja.

Sunnudagin 22. mai prædikar Bergtórur Bjarkhamar, prestur, ið er ættaður úr Vági. Tá syngur Havnarkórið í Vágs Kirkju undir guðstænastuni.

Vágbingar eru ikki óvanir við kórsang, tí eittnú er Kirkjukórið Ljómur,við manning úr allari Suðuroynni, stundum partur av tiltøkum í og uttanfyri kirkjuna. Men at kór leita sær suður um fjørð, er ikki gerandiskostur, og eru hesar kórvitjanir tí forkunnugar.