Enn er vón fyri, at flakavirkið í Klaksvík verður endurskipað. Skiftirætturin longdi í gjár gjaldsteðgin tríggjar mánaðir aftrat Tað veit heimasíðan hjá Kringvarp Føroya at siga.
Stjórin, Jóhan Páll Joensen, ásannar fyri Kringvarpinum, at tað hevur gingið heldur striltið at fáa nýggjar íleggjarar at seta pening í flakavirkið í Klaksvík.
Men Føroyagrunnurin, sum danska stjórnin í síni tíð stovnaði fyri at bjarga stórfyritøkuni, partafelagnum J.F. Kjølbro, hevur nú víst áhuga.
Eftir at virkið læt aftur, boðaði Føroyagrunnurin annars frá, at hann var ikki serliga sinnaður at gera íløgur í flakavinnuna sum støðan var.
Nú hevur kortini ljóðað, at grunnurin hevur víst áhuga, og tað váttaði Jóhan Páll Joensen fyri Kringvarpinum.
Kósin, sum er eitt tað størsta flakavirki í landinum, hevur seinastu árini keypt millum 10.000 og 11.000 tons av ráfiski.
Høvuðsgrundarlagið undir virkinum vóru seks partrolarar í Maru Seafood-samtakinum, sum eigur nærum allan partapeningin í felagnum, ið eigur Kósina.
Partrolararnir vórðu seldir í fútarættinum um ársskiftið.
Suðuroyingar keyptu eitt par, meðan felagið, sum eigur Kristian í Grótinum, keypti hini bæði pørini.
- Tí er ráfiskagrundarlagið fyri so vítt í lagi, ásannar Jóhan Páll Joensen fyri Kringvarpinum.
Felagið, sum eigur Kósina, fór í gjaldssteðg 17. desember.
- Men stórur partur av tíðini er farin til at greiða viðurskiftini millum Føroya Banka og Norðoya Sparikassa, sigur Jóhan Páll Joensen við Kringvarp Føroya.
Tað endaði við, at sparikassin hjá norðoyingum tók seg heilt burtur úr flakavirkinum og staðfesti sítt størsta tap higartil, heilar 15 mió.