KÍ tapti triðja dystin á rað, tá teir spældu móti VB í Klaksvík fríggjakvøldið. Dysturin var tann seinasti hjá KÍ í bólkaspælinum í steypakappingini, men hóast 3-2 tapið vann KÍ hendan bólk.
VB kom á odda við málið, sum Milan Kuljic gjørdi. Arnold Joensen javnaði ein minutt eftir, at hann varð komin á vøllin stutt fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki legði Kuljic aftur VB fram um, men Ovi Nysted javnaði.
Eftir tað helt KÍ fram við at trýsta, og teir vóru sera nær at fáa mál. Men knappliga kom spælandi venjarin hjá VB, Popczynzki, at standa leysur, og hann skoraði sigurmálið.
KÍ hevði nógv meira spæl enn VB, sum tó vóru vandamiklir i mótálopum. Fyri KÍ var tað ein dyggur smeitur, at Jan Andreasen mátti fara av vøllinum við skaða stutt fyri leiklok. Frammanundan er hin miðverjin, Andzrey Pacek, langtíðarskaddur.
KÍ og VB spæla landskappingardyst í Klaksvík sunnudagin. VB hevur ein dyst eftir í bólkaspælinum í steypakappingini, og hann er ímóti Sumba.