KÍ vann flest heiðursmerkir

KÍ vann flest heiðursmerki, men HB vann mest gull. Fá her eitt yvirlit yvir allar meistarar og steypavinnarar fyri 2016

Kappingarárið 2016 er av, og vinnararnir í øllum kappingunum eru funnir. Og um hugt verður eftir heiðursmerkjabýtinum, so hilnaðist árið serliga væl fyri KÍ, HB og NSÍ. Hetta boðar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum frá í dag, sum hevur talt saman fyri kappingarárið.

 

Samanlagt vunnu klaksvíkingar 12 heiðursmerkir. Fimm gull, tríggjar silvur og fýra bronsu. Hinvegin vann HB flestar gull. Teir reyð-svørtu vunnu í alt sjey gull og tríggjar silvur. 

 

Nummar trý í samlaða yvirlitnum gjørdist NSÍ, sum vann tríggjar gull, tríggjar silvur og tríggjar bronsu medaljur í hesum árinum.

 

Yvirlit yvir allar meistarar og steypavinnarar fyri kappingarárið 2016 er her.