Fótbóltur
Um vikuskiftið var ársins útgáva av Klaksvíkarkappingini spæld. Ein kapping, sum nú hevur hampuliga nógv ár á baki, og sum meira ella minni markerar, at nú standa teir veruliga týðandi dystirnir skjótt fyri framman.
Luttakararnir í kappingini eru vertirnir úr KÍ, umframt tey trý liðini, sum endaðu ovast á stigatalvuni í fjør, tá plaseringin hjá KÍ er undantikin.
Lutakastið lagaði tað so, at grannarnir í Havn, B36 og HB, hittust í aðrari hálvfinaluni, meðan Skála og KÍ dystaðust í hinari hálvfinaluni. Bæði B36 og KÍ vunnu sínar dystir 1-0, og so var klárt til finaluna sunnudagin.
Líkindini at spæla vóru avgjørt ikki av teimum bestu, men liðini bæði royndu tó at sýna hampuligt fótbóltsspæl. Fyrstu løtuna var tað KÍ, sum var væl vandamiklari, men so við og við fekk B36 tak um dystin. Og til tíðir gjørdist talan um veruligt trýst, tá B36 eftir steðgin hevði vindin undan.
Mál komu tó ikki, og so mátti kappingin avgerast úr 11 metrum. Her vóru tað teir á heimaliðnum, sum vóru kaldari, og við einum 4-3 sigri fingu teir soleiðis enn einaferð fatur á steypinum fyri kappingina.
Dystin um triða plássið spældu HB og Skála í Havn. Her eydnaðist Skála at vinna dystin við 3-2.