FÓTBÓLTUR
Flest øll kenna Klaksvíkskappingina í mansfótbólti. Um vikuskiftið skipaði B36 fyri eini líknandi kapping. Einasti munurin var, at nú vóru tað tey sterkastu kvinnulliðini í landinum, sum vóru umboðaði. Liðini, sum vóru við í kappingini vóru B36, KÍ, GÍ og EB/Streymir, og í hálvfinalunum spældi B36 ímóti KÍ, meðan EB/Streymur og GÍ brustu saman í hinum dystinum.
KÍ og GÍ í finaluni
Á niðara vølli í Gundadali brustu KÍ og B36 saman í hálvfinaluni, og hesin dysturin bleiv rættiliga spennandi. KÍ fekk tó betru byrjanina uppá dystin, og undan steðginum megnaðu tær eisini at leggja seg á odda 3-0, og her lá eitt rættiligt sorl í luftini.
B36 hevði tó slett ikki spælt so gali, og so við og við raknaði hvíta havnarliðið við. Móti endanum av fyrra hálvleiki megnaðu tær eisini at minka um munin til 1-3, og í seinna hálvleiki minkaðu tær enn meir um munin, tá tær fingu brotsspark. Nú var støðan brádliga 3-2 til KÍ, og nú var rættiligur spenningur í. Fleiri mál komu tó ikki í dystinum, og so vóru kvinnurnar úr Klaksvík klárar til finaluna.
Á ovara vølli spældu EB/Streymur og GÍ samstundis, og her fekk felagsliðið úr Sundalagnum eina flúgvandi byrjan. EB/Streymur kom nevniliga á odda 2-0 mest sum al fyri eitt, og her sá svart út hjá silvurvinnarunum frá í fjør.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki minkaði GÍ tó um munin til 2-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Í seinna hálvleiki kom EB/Streymir aftur tvey mál fram um, tá Rudy Zachariassen skoraði sítt næsta mál, og henda støðan helt sær líka til eitt korter var eftir av dystinum, men so tók GÍ dik á seg. Síðsta korterið skoraðu tær tríggjar ferðir, og sostatt voru tær brádliga á odda 4-3, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Sostatt skuldu tær møta KÍ í finaluni um Kvinnusteypið.
KÍ vann finaluna
KÍ vísti enn einaferð í finaluni, at tær eru sterkasta liðið í landinum, tá tað kemur til kvinnufótbólt. Munurin var tó ikki tann heilt stóri í dystinum ímóti GÍ, men KÍ var tó við yvirlutan størsta partin av dystinum.
Í fyrra hálvleiki megnaðu tær at leggja seg á odda, og tá liðini fóru til hálvleiks førdi KÍ 2-1. Í seinna hálvleiki royndi GÍ at koma innaftur í dystin, men tær gjørdust ov stuttar, og endin av tí heila var, at KÍ vann dystin 4-2. Sostatt hava tær longu vunnið sítt fyrsta steyp í ár.
Í dystinum um triðja plássið vann EB/Streymur heili 6-2 á B36, og tað sermerkta við hesum dystinum var, at Rudy Magnussen skoraði heili fýra av málunum. Sostatt fekk hon seks mál í kappingini, og hon bleiv eisini kosin til besta spælara í allari kappingini.