KÍ vann legendudystin

Stórdystur var á skánni í Gundadali í gjárkvøldið, tá nítiáraliðini hjá KÍ og HB brustu saman og samstundis savnaðu pening inn til Parkinsonfelagið.

 

Fleiri spennandi andlit vóru at síggja og helst hava hesir menn leikt í hægri ferð tann tíð tað var, men "tað" var har, og til tíðir var spælið heilt gott. Treyðugt so, onkur helt í fleiri minuttir enn onkur annar. Men soleiðis eigur tað helst at verða.

 

Dysturin endaði annars við 1-1 javnleiki. Uni Arge legði HB á odda longu í 6. minuttin, men KÍ-ararnir vóru skjótir at svara aftur. Longu tveir minuttir seinni, í 8. minutti, skoraði Jan Andreasen, og so var 1-1. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum tí mátti avgerast við brotssparkskapping.

 

Eyðsæð er, at skjótiteknikkurin enn er í lagi hjá monnum. KÍ skoraði upp á øll síni fimm skot, og tá John William Joensen í KÍ-málinum bjargaði skotinum frá Rasmusi Nolsøe, endaði dysturin við sigri til legendurnar úr KÍ.

 

HB: Andrew av Fløtum, Uni Arge, Hallur Danielsen, Jan Dam, Bárður Johannesen, Ingi Rasmussen, Kári Reynheim, Bjarni Jakobsen, Gunnar Mohr, John Heri Dam, Bogi Midjord, Eyðun Jensen, Petur Eiriksson, Jóannes Jakobsen, Kaj Leo Johannesen, Hans Fróði Hansen, Mikkjal Thomassen, Niels Poulsen. Leivur Holm, Rasmus Nolsøe, Janus Joensen, Jón Rói Jacobsen og Páll Mohr Joensen.

 

 

KÍ: Jan Joensen, Allan Joensen, Allan Mørkøre, Jákup Mikkelsen, Gunnar á Steig, Sámal Eyðfinn Poulsen, Finn Baldvinsson, Jan Andreasen, Fríðin Ziskasson, Rógvi Jacobsen, Jóhann Lützen, Eyðun Klakkstein, Niclas Kristiansson Niclasen, Símun Eliasen, Heðin á Lakjuni, John William Joensen og Arnold Joensen.