Tað byrjaði illa hjá KÍ ímóti FK Zalgiris í fyrsta umfari í Europa League í dag, har teir skuldu royna at venda 2-1-tapinum frá tá ið liðini spældu í Føroyum í síðstu viku. Spældir vóru bara sjey minuttir, tá ið Liviu Antal var fyrstur á einum innleggi og legði heimaliðið á odda 1-0.
KÍ stríddist mannliga, og 20 minuttir inn í seinna hálvleik eydnaðist tað klaksvíkingum at javna. Tað var danski Ronni Møller-Iversen, sum við einum dundurskoti úr 20 metrum sendi bóltin í málið til 1-1. Nú livdi vónin hjá KÍ aftur.
FK Zalgiris hevði risa møguleikar at leggja seg á odda 2-1, eitt nú raktu teir tvørtræið tvær ferðir, men KÍ var eisini rímiliga væl við og hevði eitt nú ein góðan møguleika, sum Hørður Askham skeyt við síðuna av.
Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og við 1-1-javnleiki í kvøld er KÍ úti úr Europa League við samanløgdum 3-2-tapi. Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, sæst niðanfyri:
Her á in.fo verður fylgt við dystinum við beinleiðis tekstafrásøgn. Hon verður at síggja niðanfyri:
FK Zalgiris – KÍ 1-1
1-0: Liviu Antal, 7.
1-1: Ronni Møller-Iversen, 65.
Liðugt: 1-1. FK Zalgiris vinnur dystin samanlagt 3-2.
90min.: Tríggir minuttir eru lagdir afturat.
90min: KÍ skiftir út. Ísak Simonsen fer út, og inn kemur Óli Ey. Poulsen.
90min.: Jóannes K. Danielsen fær gult kort fyri at steðga lovandi álopi.
89min.: Jákup B. Andreasen fær gult kort fyri takkling.
88min.: Enn ein risa møguleiki til FK Zalgiris, og enn einaferð stúta teir á tvørtræið.
83min.: Heimaliðið er mest á bóltinum.
78min.: Risa stórur møguleiki til FK Zalgiris, sum úr stuttari fjarstøðu stúta við síðuna av.
77min.: Góður møguleiki til KÍ. Eftir trunkaspæl í brotsteiginum skjýtur Hørður Askham upp um.
75min.: KÍ skiftir út. Jóannes Bjartalíð kemur inn ístaðin fyri Boris Dosljak.
72min.: Risa møguleiki til FK Zalgiris. Ein teirra stúta bóltin á tvørtræið.
65min.: Javnleikur 1-1! Ronni Møller-Iversen langar til við vinstra beini úr 20 metrum, og bólturin syngur í netmeskunum. Eitt vakurt mál. 1-1, og nú livir vónin hjá KÍ av álvara aftur.
64min.: Boris Dosljak leggur innfyri, og tað er um reppið at Ronni Møller-Iversen fær høvdið á.
61min.: Páll Klettskarð fangar bóltin og roynir at skapa eitt mótálop, men litaviska verjan kemur ímillum.
55min.: KÍ hevur lagt bragdliga fyri í seinna hálvleiki, men enn er 1-0.
Hálvleikur: 1-0-hálvleiksleiðsla til heimaliðið. KÍ hevur havt nakrar rímiligar støður, einamest í sambandi við deyðbóltar, meðan FK Zalgiris skoraði upp á sín einasta stóra málmøguleika.
45min.: Eftir innlegg roynir Semir Hadzibulic at tiltuska sær brotsspark, men tann royndin eydnaðist ikki væl. Dómarin letur ikki um vón.
45min.: Tríggir minuttir eru lagdir afturat fyrra hálvleiki.
38min.: KÍ tiltuskar sær hornaspark, sum er um reppið at gerast vandamikið.
36min.: Málskjúttin hjá FK Zalgiris, Liviu Antal, fer av vøllinum við skaða. Hann brast fyri løtu síðani saman við Deni Pavlovic. Inn kemur Serge Nyuiadzi.
30min.: Steðgur hevur verið í spælinum, tí Semir Hadzibulic fekk ein snudd. Hann hevur fingið viðgerð og er nú aftur á vøllinum.
25min.: Tvær ferðir hevur FK Zalgiris roynt seg við longum sendingum inn um KÍ-verjuna, men í báðum førum hevur fremsti maður teirra verið rangstaddur.
22min.: Jákup B. Andreasen fangar bóltin og setir ferð á eitt mótálop, men heimamenninir eru kvikir at renna heimaftur.
20min.: FK Zalgiris er meira á bóltinum og hevur roynt seg við langskoti.
14min.: Eftir gott uppspæl í høgru rennur Ronni Møller-Iversen seg í góða støðu, men málverjin hjá FK Zalgiris fangar innleggið.
10min.: Semir Hadzibulic roynir at finna Páll Klettskarð við einum innleggi, men tað fer ov langt.
7min.: 1-0 til FK Zalgiris! Eftir síðuskifti og innlegg er tað Liviu Antal, sum leggur FK Zalgiris á odda 1-0.
5min.: Ronni Møller-Iversen sendir fríspark innfyri, men heimaliðið ruddar burt.
1min.: Dysturin er bríkslaður í gongd.
Byrjunaruppstillingin hjá KÍ: Kristian Joensen – Ólavur Niclasen, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes K. Danielsen, Hørður Askham, Jákup B. Andreasen, Semir Hadzibulic, Boris Dosljak – Ronni Møller-Iversen, Páll A. Klettskarð
Undan dystinum: Veðurlíkindini eru góð. Tað eru 21 hitastig, stilt og turt í Vilnius. Dysturin verður spældur á graslíki.
Undan dystinum: Dómari í dag er Milovan Milacic úr Montenegro.