Klaksvíkingar komu nakað skerdir til Vágs í gjárkvøldið. Kristian a Lakjuni, Kaj Ennigarð og Julian Samuelsen eru allir skaddir, men hinvegin kann Eyðun Klakstein fegnast um, at hann aftur hevur Heðin á Lakjuni, Paul Clapson og Høgna Madsen tøkar, nú KÍ roynir at leita sær úr botninum.
Hjá VB/Sumba hevur Dan Djurhuus verið sjúkur, og tí er ikki vist, at hann fær spælt í dag.