Tað má vera ógvuliga sjáldsamt í nakrari hondbóltsdeild, at tvey lið møtast tvær ferðir í dysti og báðir dystir enda við júst sama úrsliti.
Men hetta er júst tað sum er hent millum føroyingaliðið, KA og Selfoss í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Tá liðini møttust á Selfossi 18. september endaði dysturin við javnleiki 24-24. Í kvøld endaði dysturin millum KA og Selfoss á Akureyri eisini við javnleiki 24-24. Selfoss javnaði til 24-24 tá fá sekund vóru eftir av dystinum. Í stegðinum var Selfoss á odda 13-11.
Allan Norðberg og Áki Egilsnes skoraðu trý mál hvør fyri KA í kvøld. Nicholas Satchwell hevði 15 bjargingar í málinum hjá KA.
Nú fara Allan og Nicholas at fyrireika seg saman við føroyska landsliðshópinum at spæla móti Ukraina úti 10. mars og heima 14. mars, og móti Kekkia úti 12. mars í EM-undankappingini.
Støðan í Ólisdeildini:
Lið | Dystir | Málmunur | Stig |
Haukar | 13 | 368:309 | 21 |
FH | 13 | 383:348 | 18 |
Selfoss | 13 | 336:321 | 16 |
Valur | 12 | 351:327 | 15 |
KA | 13 | 336:319 | 15 |
Afturelding | 13 | 336:339 | 15 |
Stjarnan | 13 | 356:349 | 14 |
Fram | 13 | 328:326 | 14 |
ÍBV | 13 | 371:358 | 13 |
Grótta | 13 | 312:324 | 9 |
Þór Akureyri | 13 | 288:352 | 4 |
ÍR | 12 | 279:372 | 0 |