Kabarettbólkurin í Runavíkar kommunu framførir trúliga kabarett á hvørjum ári á eystanstevnu. Í so máta er árið í ár er einki undantak.
Spurningurin er so, hvat fólk kunnu vænta sær av kabarettini, sum í ár hevur fingið heitið Millum steinarnar?
- Jú, vit hava fingið so mikið at vita, at kabarettin snýr seg um gerandis hendingar í Føroyum, eitt nú um, tá SEV koplar frá, og tá netið verður álopið. Eisini er bindiklubburin komin afturíaftur, har damurnar viðgera nøkur lokal mál.
Úr Runavík verður sagt, at roknast kann eisini við góðum sangi á kabarettini.
- Vit bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í Løkshøll fríggjakvøldið 14. juni klokkan 21, mánakvøldið 17. juni klokkan 18 og sama kvøld aftur klokkan 20.30.
Úr Runavík verður sagt, at atgongumerki til kabarettina kunnu keypast á www.loksholl.fo - og við dyrnar, tá sýningarnar verða.